Vit standa saman!

Vit, í Betri-hópinum hjá monnum, hava arbeitt hart móti at gerast klárir til kappingarbyrjan, sum skuldi verða fyri tveimum vikum síðani. Vegna korona-farsóttina, er enn ógreitt nær hetta verður. Farsóttin ávirkar gerandisdagin hjá okkum øllum, og halda vit leikarar tí forminum við líka við sjálvvenjingum fyribils.

Vit eru sera góðir við okkara felag – ÍF. Tí hava vit leikarar og venjarar sjálvir tikið stig til, at frásiga okkum part av okkara lønum í mars. Hesum hava vit boða nevndini frá í dag. Somuleiðis skal tað sigast, at eg eri biðin um at skriva um hetta til tykkum fjepparar 🙂

Tíbetur vísir tað seg, at vit standa sera væl saman í tíðum sum hesum. Vónandi gerst hetta ”korona-tíðarskeiðið” ikki ov langdrigið, so vit kunnu koma í okkara vanligu gerandisdagsrútmu aftur, og bólturin aftur kann fara á rull.

fyri Betrihópin hjá ÍF,

Jan