Måned: april 2020

Sælari er at geva enn at fáa

ÍF er væl fyri, tá ið tað kemur til at fáa ungar leikarar til at spæla fótbólt, ja, millum tey fremstu í landinum.

Okkara høvuðsungdómsvenjari, Jóan Pauli Jacobsen, hevur í sambandi við venjaraútbúgvingina gjørt lítla kanning millum fremstu fótbóltsleikararnir í landinum. Allir, uttan undantak, hava svarað, at teir byrjaðu á á heilt ungum árum.

Barnalund er ein barnagarður og vøggustova í Fuglafirði. Stovnurin er granni hjá vøllinum í Fløtugerði og børnini hava tískil sera stutt at fara yvir á vøllin at sparka bólt. Sama er galdandi fyri dagstovnarnir á Kambsdali, Kambur og Stropin, tí har er FIFA vøllur tætt við.

Formaðurin hjá ÍF fótbólti, Georges Rouah, loftaði hugskotinum beinanvegin og setti gongd í verkætlanina. So beint fyri, at corona breiddi seg sum ein skógareldur um allan heimin, var ein sendinevnd úr ÍF og vitjaði dagstovnin, Barnalund.

Formaðurin og høvuðsungdómsvenjarin saman við tveimum leikarum úr Betrideildini, Jóhan Petersen og Jákup Nolsøe Olsen. Forkvinnan í Barnalund, Laila Hentze Hansen, tók ímóti saman við tveimum ungum ÍF leikarum. Gávan var ein dós við bóltum, keylum og vestum, sum tey í Barnalund vóru sera glað fyri.

Vit í ÍF eru glað fyri, at vit eisini kunnu geva aftur til samfelagið og kunnu staðfesta, at sælari er at geva enn at fáa.

Koyr á ÍF, og ÍF ynskir samstundis øllum einar gleðiligar páskir!