Måned: juni 2020

Dystarfrásøgn ÍF – TB

So vann ÍF aftur í Fløtugerði.

Hesaferð spældi ÍF-liðið móti TB og vann 1-0.
Fyrra hálvleik spældi TB-liðið væl, og spælararnir løgdu nógv fyri.
TB-liðið hevði nakrar vandafullar atsóknir, sum tó ikki vóru nóg neyvar, og ÍF-málmaðurim Jákup Nolsøe spældi ein branddyst.
Hálvleiksstøðan var 0-0, hóast TB liðið spældi betur.
Fuglfirðingar gjørdu nógv mistøk, ið ikki áttu at komið fyri. Teir gjørdu fleiri fríspørk, ið vóru fullkomuliga óneyðug, sum vóru um at geva mál til mótpartin. So løgið tað ljóðar, so spældi okkara lið nógv betur móti B36 enn í móti TB, hóast vit tá taptu 3-0. Stríðsviljan sóu vit lítið til í fyrra hálvleiki, og mistøkini vóru alt ov nógv.
Seinna hálvleikur varð øðrvísi, tá spældi okkara lið betur enn mótstøðuliðið, og spælararnir vóru nógv ágrýtnari, enn í fyrra hálvleiki.
ÍF-liðið hevði nú fleiri atsóknir at TB. málinum, og eitt mál lá í luftini.
So einaferð eydnaðist tað ÍF at fáa einasta málið í dystinum. Tað var Philip, ið skeyt bóltin inn fyri málið, har Oros var staddur, ið kundi seta hann í málið.
Fagnaðurin hjá ÍF-viðhalsfólkinum mundi ikki tikið nakað enda, tí um somu tíð frættist, at Víkingur hevði tapt móti KÍ, ið ber í sær, at ÍF fer aftur fram um Víking.
ÍF-liðið hevur nú vunnið sær 16 stig, nú triðingurin av kappingini er spældur. Tað eru 10 stig meira enn liðið fekk tilsamans alt síðsta kappingarár.
Vit fuglfirðingar kunna fegnast um gongdina í fótbóltinum, nú vit ikki liggja so langt frá teimum bestu liðunum.
Nógvir ÍF-áskoðarar vóru til dystin í dag, og teir mundu gera sítt til góða úrslitið í dag.
Til lukku við sigrinum ÍF.
Skrivað hevur Signar á Brúnni

Dystarfrásøgn ÍF – B36

Spennandi dystur í Fløtugerði.

Hóast B36 vann heili 3-0 á ÍF í dag, so var kortini talan um ein javnan og spennandi dyst. Liðini spældu bæði góðan og vakran fótbólt.
Rættiliga tíðliga í dystinum, hevði B36 møguleika at skora, tá ið framherji stóð einsamallur framman fyri ÍF málmanninum, men sum nýggi og ungi Jákup Nolsøe Olsen meistarliga bjargaði.
Fuglfirðingar høvdu fleiri møguleikar í fyrra hálvleiki. M.a. hevði ungi spælarin Sámal Joensen ein risa møguleika, tá ið hann stóð púra fríur framman fyri málmanninum hjá B 36 liðnum, men skotið var ikki nóg neyvt og B36 málmaður bjargaði tí.
Sigast skal um sama Sámal, at hann spældi ein branddyst í dag.
Beint áðrenn hálvleik, eydnaðist tað B36 at seta bóltin í ÌF- málið til støðuna 1-0.
ÍF fekk eitt brotsspark, ið royndi spælarin Jan Ellingsgaard tók sær av, men B36 málmaðurin bjargaði .Hetta man helst vera fyrsta brotsspark, ið Jan hevur brent. Hann hevði sum altíð ein góðan dyst.
So skjótt seinni hálvleikur varð byrjaður, vísti ÍF-liðið seg frá síni bestu síðu. Liðið var uppløtt við stríðsvilja og samanspælið var mangan fyrimyndarligt, ið hugtók áskoðararnar.
Okkara lið tók yvir, og mangan vóru okkara menn nær við at javna, men hepni varð ikki við teimum í dag. Í heilar 85 minuttir var støðan 1-0 til B36 og ÍF-liðið hevði fleiri væluppbygd álop, sum tó ikki góvu mál.
Møguliga var álopsspælið ov eintáttað, men møguleikar eru fyri at bøta um tað áðrenn næsta dyst.
Síðstu minuttirnar slepti ÍF-liðið endanum, og tá vórðu mistøkini gjørd, ið kostaðu okkara liði 2 mál, ið vóru fullkomuliga óneyðug. Tað, sum vit ÍF-fjepparar m.a.kunnu fegnast um í dag, tað eru teir ungu, nýggju spælararnir, ið veruliga vístu, hvør dugur er í teimum.
Umframt málmannin Jákup og Sámal, so vístu Gundur sínar dygdir, og blaðungi Rói Róin slapp at royna seg eina løtu, og spældi hann væl og skilagott. Nýggi spælarin Hans Jákup royndist væl.
Jú, sanniliga hava vit nakað at byggja á.
Vit spældu móti einum av oddaliðnum í dag, og tað var kanska ikki so løgið, at vit taptu, men tapið 3-0 var ikki í lagi.
Fuglfirðingar hava eitt gott lið í ár, ið styrknar fyri hvønn dystin teir spæla, og sum vit fjepparar fara at stuðla av heilum huga.

Skrivað hevur Signar á Brúnni

Hans Jákup er aftur!

Í dag er sáttmáli skrivaður við Hans Jákup Lervig. Sáttmálin er galdandi fyri restina av hesum árinum og fyri 2021.

23-ára gamli gøtumaðurin er uppvaksin í Víkingi, men er ikki heilt ókendur her inni hjá okkum. Hann varð í fjør leigaður til seinnu helvt av kappingárinum; har tað bleiv til 14 dystir og 4 mál í reyða búnanum. Nú hevur kviki og raski áleyparin valt at gera eitt varandi skifti til ÍF!

Vit fegnast um at hava fingið Hans Jákup inn aftur, og ynskja honum hjartaliga vælafturkomnum og alt tað besta.

Koyr á ÍF!

Dystarfrásøgn Víkingur – ÍF

So vunnu fuglfirðingar í Sarpugerði.

Tað var stór frøi á fuglfirðingum, tá ið dómarin bríkslaði dystin lidnan at vera.
Tað var kanska ikki so løgið, tí tað er so langt síðani ÍF sigraði á Víkingi í Gøtu, og seinasta kappingarár var so syndarliga vánaligt, at eingin fuglfirðingur vil tosa um tað í dag.
ÍF-liðið hevur ment seg munandi, og tað prógvaðu leikararnir í dag. Venjararnir Ólavur og Hans Jørgen hava lagt alla sína orku í at styrkja liðið. Dyggi stuðulin frá ÍF- fjeppararnum hevur munað væl, ja so at siga allir fuglfirðingar fegnast um tykkara frálíka úrslit í dag.
Okkara lið vísti beinanvegin, sum dysturin varð blástur í gongd, at tað vildi vísa nakað. Víkingar eru kendir fyri sítt ágrýtna spæl, men satt at siga, var ikki stórur munur á liðunum í dag. Okkara menn, allir sum ein, stríddust av lívsins kreftum, og tað kløkkaði Víkingar, sum helst hava væntað ein lættan sigur, men teir fingu annað at síggja.
Í seinna hálvleiki eydnaðist tað ÍF-liðnum at fáa fyrsta málið, ið ungi leikarin Gundur setti í netið.
Hetta hendi beint eftir eitt trýst á okkara mál, uttan úrslit. Víkingatrýstið vaks bara, men í netið fingu teir ikki bóltin.
So hendi tað, sum so mangan hendir, at ÍF fer í álop, og har megna teir at skjóta næsta málið, ið Oros setti í netið til sigurin 2-0.
Og tá fóru Víkingar rættiliga í gongd og løgdu eitt øgiligt trýst á okkara lið, sum endaði við einum máli, ið Finnur setti í netið til støðuna 2-1.
Spælið harðnaði heldur nógv, leikarar løgdu nógv fyri, og fleiri spælarar máttu av vøllinum. Frægi málmaður okkara Milos, ið hevði staðið ein branddyst, mátti berast av vøllinum.
Í hansara stað kom ungi Jákup Nolsøe. Eingin løtt uppgáva og Víkingar royndu seg við langskotum, men ungi málmaðurin stóð væl í málinum og útspørk hansara vóru somuleiðis góð.
Málmaðurin hjá Víkingi Elias mátti skaddur av vøllinum.
Frægi spælarin Bogi Løkin varð noyddur at fara av vøllinum við skaða,
Dysturin endaði við einum 2-1 sigri til ÍF, og áskoðararnir úr Fuglafirði heppaðu sítt lið so ógvusliga, at rópini mundi hoyrast líka til Fuglafjarðar. Venjararnir, ið høvdu staðið bleikir við vøllin, vóru rodnaðir og sóu út sum blóðappelsinir – og frøin lýsti av teimum. Næsti dystur verður móti B36, og tá fara vit aftur á vøllin at stuðla okkara liði – tann stuðulin er ikki minst verdur.

Skrivað hevur Signar á Brúnni

Dystarfrásøgn ÍF – AB

Nógv mál í sólskininum í Fuglafirði.

Veðrið í Fuglafirði var gott í dag, tá ið ÍF fekk vitjan av AB.
Um somu tíð sum dysturin varð bríkslaður í gongd, fór sólin at skína oman og niðan, og huglagið á fólki gjørdist gott.
AB og ÍF hava verið tvey jøvn lið einastu mongu árni, og tí varð roknað við einum jøvnum dysti, men so bleiv ikki.
Dysturin gjørdist málríkur 4- 2 til ÍF-liðið, ið var fult uppiborið.
Okkara lið spældi væl í dag. Allir spælarar vístu tol, samstundis sum teir vístu stríðsvilja, og tað gav úrslit. Í seinna hálvleiki tók ÍF yvir, og tað eydnaðist okkara liði at vinna 4-2.
Hesaferð vóru tað brøðurnir Jan – og Ari Ellingsgaard, ið skutu málini. Jann 3 og Ari 1.
4 vøkur og væl spæld mál.
ÍF hevur við hesum sigri ognað sær 9 stig í kappingini, sum er munandi betri enn í fjør, og liðið styrknar fyri hvønn dyst, og útlitini fyri einum góðum úrsliti í kappingini eru góð.
Væl av áskoðarum vóru til dystin í dag, og stuðlarnir hjá ÍF fóru væl nøgdir heim og hava nú góðar vónir um fleiri sigrar í hesum kappingarári.

Skrivað hevur Signar á Brúnni