Dystarfrásøgn Víkingur – ÍF

So vunnu fuglfirðingar í Sarpugerði.

Tað var stór frøi á fuglfirðingum, tá ið dómarin bríkslaði dystin lidnan at vera.
Tað var kanska ikki so løgið, tí tað er so langt síðani ÍF sigraði á Víkingi í Gøtu, og seinasta kappingarár var so syndarliga vánaligt, at eingin fuglfirðingur vil tosa um tað í dag.
ÍF-liðið hevur ment seg munandi, og tað prógvaðu leikararnir í dag. Venjararnir Ólavur og Hans Jørgen hava lagt alla sína orku í at styrkja liðið. Dyggi stuðulin frá ÍF- fjeppararnum hevur munað væl, ja so at siga allir fuglfirðingar fegnast um tykkara frálíka úrslit í dag.
Okkara lið vísti beinanvegin, sum dysturin varð blástur í gongd, at tað vildi vísa nakað. Víkingar eru kendir fyri sítt ágrýtna spæl, men satt at siga, var ikki stórur munur á liðunum í dag. Okkara menn, allir sum ein, stríddust av lívsins kreftum, og tað kløkkaði Víkingar, sum helst hava væntað ein lættan sigur, men teir fingu annað at síggja.
Í seinna hálvleiki eydnaðist tað ÍF-liðnum at fáa fyrsta málið, ið ungi leikarin Gundur setti í netið.
Hetta hendi beint eftir eitt trýst á okkara mál, uttan úrslit. Víkingatrýstið vaks bara, men í netið fingu teir ikki bóltin.
So hendi tað, sum so mangan hendir, at ÍF fer í álop, og har megna teir at skjóta næsta málið, ið Oros setti í netið til sigurin 2-0.
Og tá fóru Víkingar rættiliga í gongd og løgdu eitt øgiligt trýst á okkara lið, sum endaði við einum máli, ið Finnur setti í netið til støðuna 2-1.
Spælið harðnaði heldur nógv, leikarar løgdu nógv fyri, og fleiri spælarar máttu av vøllinum. Frægi málmaður okkara Milos, ið hevði staðið ein branddyst, mátti berast av vøllinum.
Í hansara stað kom ungi Jákup Nolsøe. Eingin løtt uppgáva og Víkingar royndu seg við langskotum, men ungi málmaðurin stóð væl í málinum og útspørk hansara vóru somuleiðis góð.
Málmaðurin hjá Víkingi Elias mátti skaddur av vøllinum.
Frægi spælarin Bogi Løkin varð noyddur at fara av vøllinum við skaða,
Dysturin endaði við einum 2-1 sigri til ÍF, og áskoðararnir úr Fuglafirði heppaðu sítt lið so ógvusliga, at rópini mundi hoyrast líka til Fuglafjarðar. Venjararnir, ið høvdu staðið bleikir við vøllin, vóru rodnaðir og sóu út sum blóðappelsinir – og frøin lýsti av teimum. Næsti dystur verður móti B36, og tá fara vit aftur á vøllin at stuðla okkara liði – tann stuðulin er ikki minst verdur.

Skrivað hevur Signar á Brúnni