Dystarfrásøgn ÍF – B36

Spennandi dystur í Fløtugerði.

Hóast B36 vann heili 3-0 á ÍF í dag, so var kortini talan um ein javnan og spennandi dyst. Liðini spældu bæði góðan og vakran fótbólt.
Rættiliga tíðliga í dystinum, hevði B36 møguleika at skora, tá ið framherji stóð einsamallur framman fyri ÍF málmanninum, men sum nýggi og ungi Jákup Nolsøe Olsen meistarliga bjargaði.
Fuglfirðingar høvdu fleiri møguleikar í fyrra hálvleiki. M.a. hevði ungi spælarin Sámal Joensen ein risa møguleika, tá ið hann stóð púra fríur framman fyri málmanninum hjá B 36 liðnum, men skotið var ikki nóg neyvt og B36 málmaður bjargaði tí.
Sigast skal um sama Sámal, at hann spældi ein branddyst í dag.
Beint áðrenn hálvleik, eydnaðist tað B36 at seta bóltin í ÌF- málið til støðuna 1-0.
ÍF fekk eitt brotsspark, ið royndi spælarin Jan Ellingsgaard tók sær av, men B36 málmaðurin bjargaði .Hetta man helst vera fyrsta brotsspark, ið Jan hevur brent. Hann hevði sum altíð ein góðan dyst.
So skjótt seinni hálvleikur varð byrjaður, vísti ÍF-liðið seg frá síni bestu síðu. Liðið var uppløtt við stríðsvilja og samanspælið var mangan fyrimyndarligt, ið hugtók áskoðararnar.
Okkara lið tók yvir, og mangan vóru okkara menn nær við at javna, men hepni varð ikki við teimum í dag. Í heilar 85 minuttir var støðan 1-0 til B36 og ÍF-liðið hevði fleiri væluppbygd álop, sum tó ikki góvu mál.
Møguliga var álopsspælið ov eintáttað, men møguleikar eru fyri at bøta um tað áðrenn næsta dyst.
Síðstu minuttirnar slepti ÍF-liðið endanum, og tá vórðu mistøkini gjørd, ið kostaðu okkara liði 2 mál, ið vóru fullkomuliga óneyðug. Tað, sum vit ÍF-fjepparar m.a.kunnu fegnast um í dag, tað eru teir ungu, nýggju spælararnir, ið veruliga vístu, hvør dugur er í teimum.
Umframt málmannin Jákup og Sámal, so vístu Gundur sínar dygdir, og blaðungi Rói Róin slapp at royna seg eina løtu, og spældi hann væl og skilagott. Nýggi spælarin Hans Jákup royndist væl.
Jú, sanniliga hava vit nakað at byggja á.
Vit spældu móti einum av oddaliðnum í dag, og tað var kanska ikki so løgið, at vit taptu, men tapið 3-0 var ikki í lagi.
Fuglfirðingar hava eitt gott lið í ár, ið styrknar fyri hvønn dystin teir spæla, og sum vit fjepparar fara at stuðla av heilum huga.

Skrivað hevur Signar á Brúnni