Dystarfrásøgn ÍF – TB

So vann ÍF aftur í Fløtugerði.

Hesaferð spældi ÍF-liðið móti TB og vann 1-0.
Fyrra hálvleik spældi TB-liðið væl, og spælararnir løgdu nógv fyri.
TB-liðið hevði nakrar vandafullar atsóknir, sum tó ikki vóru nóg neyvar, og ÍF-málmaðurim Jákup Nolsøe spældi ein branddyst.
Hálvleiksstøðan var 0-0, hóast TB liðið spældi betur.
Fuglfirðingar gjørdu nógv mistøk, ið ikki áttu at komið fyri. Teir gjørdu fleiri fríspørk, ið vóru fullkomuliga óneyðug, sum vóru um at geva mál til mótpartin. So løgið tað ljóðar, so spældi okkara lið nógv betur móti B36 enn í móti TB, hóast vit tá taptu 3-0. Stríðsviljan sóu vit lítið til í fyrra hálvleiki, og mistøkini vóru alt ov nógv.
Seinna hálvleikur varð øðrvísi, tá spældi okkara lið betur enn mótstøðuliðið, og spælararnir vóru nógv ágrýtnari, enn í fyrra hálvleiki.
ÍF-liðið hevði nú fleiri atsóknir at TB. málinum, og eitt mál lá í luftini.
So einaferð eydnaðist tað ÍF at fáa einasta málið í dystinum. Tað var Philip, ið skeyt bóltin inn fyri málið, har Oros var staddur, ið kundi seta hann í málið.
Fagnaðurin hjá ÍF-viðhalsfólkinum mundi ikki tikið nakað enda, tí um somu tíð frættist, at Víkingur hevði tapt móti KÍ, ið ber í sær, at ÍF fer aftur fram um Víking.
ÍF-liðið hevur nú vunnið sær 16 stig, nú triðingurin av kappingini er spældur. Tað eru 10 stig meira enn liðið fekk tilsamans alt síðsta kappingarár.
Vit fuglfirðingar kunna fegnast um gongdina í fótbóltinum, nú vit ikki liggja so langt frá teimum bestu liðunum.
Nógvir ÍF-áskoðarar vóru til dystin í dag, og teir mundu gera sítt til góða úrslitið í dag.
Til lukku við sigrinum ÍF.
Skrivað hevur Signar á Brúnni