Måned: juli 2020

Toppskjúttin leingir til 2022

Uros Stojanov hevur í kvøld skrivað undir sáttmála fyri kappingarárini 2021 og 2022.

31-ára gamli serbin hevur veruliga gjørt um seg í ár, og er við 10 málum í 12 dystum toppskjútti í føroysku kappingini.

Vit fegnast um avtaluna, og ynskja Uros hjartaliga tillukku og alt tað besta.

Koyr á ÍF!

Jákup til 2022

Aftur í dag kunnu vit bera tíðindi um eina sáttmálaleingjan. Í dag er talan um Jákup Nolsøe Olsen, sum seinastu tíðina hevur vart málið hjá okkum; og hevur staðið seg sera væl.

Jákup hevur skrivað undir sáttmála, ið er galdandi fyri kappingarárini 2021 og 2022.

Evnaríki leikarin av Kambsdali hevur ikki altíð verið málmaður. Tað er ikki fyrr enn fyri fáum árum síðani, at Jákup valdi at taka handskarnar á; áðrenn tað spældi hann fyri tað mesta sum verjuleikari.

Vit fegnast um sáttmálan, og ynskja Jákupi hjartaliga tillukku og alt tað besta.

Koyr á ÍF!

Ari til 2022

Ari Ólavsson Ellingsgaard skrivaði í gjár undir 2-ára sáttmála við ÍF.

Bólttryggi miðvallarin er fjórði leikarin í røðini, sum innan stutta tíð hevur longt um sáttmálan við okkum. Hesa gongdina fegnast vit stórliga um!

Ari, sum nú er 27-ára gamal, hevur størsta partin av fótbóltskarrieruni spælt við okkum. Tilsamans hevur Ari spælt 217 dystir fyri okkara besta lið. Hann hevur skorað 29 mál og havt næstseinasta fótin á 41 málum.

Vit fegnast um avtaluna, og ynskja Ara hjartaliga tillukku og alt tað besta.

Koyr á ÍF!

Pól Jákup leingir til 2023

Í dag hevur Pól Jákup Lundsbjerg skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárini til og við 2023.

Seinastu tvey árini hevur Pól Jákup verið rættiliga fastur fúsur á ÍF-liðnum; hann hevur hesa tíðina spælt 32 dystir fyri besta liðið hjá okkum.

Pól Jákup er 19 ár og kann spæla bæði í verjuni og á miðvøllinum. Sum leikari er hann sera ágrýtin og raskur, og hevur ein sera góðan hugburð. Vit vænta okkum nógv av honum í framtíðini.

Higartil í ár hevur Pól Jákup verið nógv darvaður av skaða, men er nú við at gerast heilt klárur aftur.

Vit eru sera fegin um at hava fingið sáttmálan í lag, og ynskja Pól Jákup hjartaliga tillukku og alt tað besta.

Koyr á ÍF!

Skipararnir halda fram á brúnni

Hendan vikan, sum endar um nakrar fáar tímar, má sigast at verða ein tann besta einstaka ÍF vikan í longri tíð. Fríggjadagin fingu vit húsið handað, í dag vunnu vit 3 stig móti Skála og eftir dystin settu tveir av okkara leikarum sítt navn á ein sáttmála, sum er galdandi til og við kappingarárið 2022.

Jan Ó. Ellingsgaard hevur verið ársins leikari tvey tey seinastu árini, og liðskiparin kom við dystinum móti Skála upp á 250 dystir í fremstu deildini hjá monnum. Teir flestu av hesum fyri barndómsfelagið.

Karl A. Løkin hevur spælt 236 dystir í fremstu deildini, og eins og Jan hava teir flestu av hesum verið við Fløtugerði sum heimavølli. Harafturat hevur Karl hevur seinnu árini verið varaliðskipari hjá okkum. 1 hús, 2 undirskriftir og 3 stig er sanniliga nakað frøðast um.

Vit ynskja Jan og Karl tillukku við sáttmálunum, og gleðast yvir at teir báðir komandi árini eisini spæla í reyðum.

Koyr á, ÍF.

Myndina hevur George Berjastein tikið.

Dystarfrásøgn ÍF – Skála

Fuglfirðingar í sjeynda himni

Í gjár tóku fuglfirðingar part av nýggja ítróttarhúsinum í nýtslu, og nakað varð gjørt burturúr, og væl av fólki var møtt at síggja snøgga bygningin, ið Henning Olsen og Jens Klæmint Jacobsen hava teknað og sum  valaverk hevur smíðað. Jú sanniliga væl úr hondum greitt.

Í dag fingu vit so vitjan av bestu fótbóltsdeildini av Skála.

Skála hevur so mangan víst, at liðið kann spæla góðan fótbólt, men tað sum so mangan hendir, tá ið eitt lið eigur góðar spælarar, so fara tey peningasterku feløgini eftir teimum, og nevndu lið mugu seta nýggjar spælarar við. Skála varð rakt av hesum.

Í fyrra hálvleiki spældu skálamenn betur, vóru grammari enn fuglfirðingar, og komu til einstakar kjansir, ið ikki kastaðu av sær.

Fuglfirðingar megnðu  ikki at fáa spælið at hanga saman, og mistøkini vóru alt ov mong. Tóku teir sær ikki annað skinn um bak, so varð vandi á ferð – ein ósigur.

Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men nakað mátti gerast í seinna hálvleiki.

Óivað hava okkara spælarar fingið av grovfílini frá venjarunum, tí teir vóru ikki at kenna aftur í seinna hálvleiki.

Nógv størri orka varð løgd í spælið, og álopini skolaðu móti skálamálinum, og tað var sum tað lá í luftini, at ÍF-liðið fór at fáa fyrsta málið.

So einaferð bragdaði. Uros hevur eitt ótrúligt máltev, og hinir spælararnir dugdu væl at leggja upp til málini. Hann er har, hann skal vera ta røttu løtuna, og tað varð júst tað, ið hendi.

Næsta málið gjørdi hann eisini, og mín sann eisini triðja málið.

Síðstu hálvan tíma, tóktist tað, sum um skálaliðið hevði brúkt so nógva orku at ov lítið var eftir av henni. Hetta gav fuglfirðingum betri mót, og teir sótu á dystinum stórsta partin av seinna hálvleiki.

Tá ið dómarin bríkslaði dystin av, var støðan 3-0 til ÍF-liðið.

Frøin var stór millum ÍF-spælararar og  ÍF-viðhaldsfólki, nú liðið hevur fingið 19 stig á stigatalvuni, ið er eitt stig niðanfyri okkara grannalið Víking, ið hevur  20 stig.

Nú verður steðgur í kappingini, og man hann verða kærkomin hjá spælararunum – og kanska áskoðarunum eisini.

Góða frítíð ynskja vit tykkum øllum.

Signar á Brúnni hevur skrivað