Dystarfrásøgn ÍF – Skála

Fuglfirðingar í sjeynda himni

Í gjár tóku fuglfirðingar part av nýggja ítróttarhúsinum í nýtslu, og nakað varð gjørt burturúr, og væl av fólki var møtt at síggja snøgga bygningin, ið Henning Olsen og Jens Klæmint Jacobsen hava teknað og sum  valaverk hevur smíðað. Jú sanniliga væl úr hondum greitt.

Í dag fingu vit so vitjan av bestu fótbóltsdeildini av Skála.

Skála hevur so mangan víst, at liðið kann spæla góðan fótbólt, men tað sum so mangan hendir, tá ið eitt lið eigur góðar spælarar, so fara tey peningasterku feløgini eftir teimum, og nevndu lið mugu seta nýggjar spælarar við. Skála varð rakt av hesum.

Í fyrra hálvleiki spældu skálamenn betur, vóru grammari enn fuglfirðingar, og komu til einstakar kjansir, ið ikki kastaðu av sær.

Fuglfirðingar megnðu  ikki at fáa spælið at hanga saman, og mistøkini vóru alt ov mong. Tóku teir sær ikki annað skinn um bak, so varð vandi á ferð – ein ósigur.

Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men nakað mátti gerast í seinna hálvleiki.

Óivað hava okkara spælarar fingið av grovfílini frá venjarunum, tí teir vóru ikki at kenna aftur í seinna hálvleiki.

Nógv størri orka varð løgd í spælið, og álopini skolaðu móti skálamálinum, og tað var sum tað lá í luftini, at ÍF-liðið fór at fáa fyrsta málið.

So einaferð bragdaði. Uros hevur eitt ótrúligt máltev, og hinir spælararnir dugdu væl at leggja upp til málini. Hann er har, hann skal vera ta røttu løtuna, og tað varð júst tað, ið hendi.

Næsta málið gjørdi hann eisini, og mín sann eisini triðja málið.

Síðstu hálvan tíma, tóktist tað, sum um skálaliðið hevði brúkt so nógva orku at ov lítið var eftir av henni. Hetta gav fuglfirðingum betri mót, og teir sótu á dystinum stórsta partin av seinna hálvleiki.

Tá ið dómarin bríkslaði dystin av, var støðan 3-0 til ÍF-liðið.

Frøin var stór millum ÍF-spælararar og  ÍF-viðhaldsfólki, nú liðið hevur fingið 19 stig á stigatalvuni, ið er eitt stig niðanfyri okkara grannalið Víking, ið hevur  20 stig.

Nú verður steðgur í kappingini, og man hann verða kærkomin hjá spælararunum – og kanska áskoðarunum eisini.

Góða frítíð ynskja vit tykkum øllum.

Signar á Brúnni hevur skrivað