Måned: august 2020

Dystarfrásøgn EB/Streymur – ÍF

Eitt upsteðgað ÍF lið.

ÌF liðið byrjaði væl í ár, men teir seinastu fimm dystirnar hevur liðið tapt heili 12 – 1 og er sostatt í einum aldudali.
Vónirnar hjá okkara liði vóru góðar um ein sigur móti EB/Streymi við Margáir í dag, ið okkara lið liggur 4 stig frammanfyri.
Men samstundis mundi ÍF spælararnir hava í huga, at EB/Streymur hevur ment seg munandi seinastu dystirnar, um somu tíð sum ÍF liðið hevur lítið at vísa á seinastu fimm dystirnar.
Fyrstu 20 min. hevði ÍF yvirvág í spæli, men hevði ilt við at skapa málmøguleikar.
Sum tíðin leið, leikaði javnt á, og EB/Streymur komu til málmøguleikar, sum tó ikki góvu mál.
Seinast í fyrra hálvleiki høvdu fuglfirðingar fleiri málmøguleikar, men heldur ikki ÍF liðið megnaði at fáa mál.
Seinni hálvleikur gjørdist meira spennandi, bæði liðini løgdu meira fyri, men illa gekst at fáa mál.
So einaferð eydnaðist tað EB/Streymi at skora, og tað var eingin annar enn Arnbjørn Hansen, ið megnaði at gera mál fyri sítt lið, so støðan bleiv 1-0.
ÍF royndi at trýsta, men striltið gekst – einki riggaði hjá ÍF liðnum.
Miðvøllurin hjá ÍF – liðnum var illa skipaður, og EB/Streymur hevði púra frítt spæl, og spældu sum teimum listi.
ÍF royndi seg við langbóltum, men einki bar til.
Vit saknaðu tann vakra fótbóltin, ið ÍF kann spæla.
Ikki fyrrenn einir 15 min. vóru eftir at spæla, framdi ÍF liðið nakrar útskiftingar.
Inn komu Dánjal á Lakjuni og Bogi Løkin, ið báðir hava drúgvar royndir, og teir hóttu verjuna hjá EB/Streymi fleiri ferðir.
Tá ið ein minuttur var eftir, kom Sámal Joensen inn.
Sámal er ein dugnaligur spælari, men at geva honum bert ein min. at spæla í, er púra meiningsleyst. Hví hendir slíkt ?
Frægi miðframherjin Uros, sum hevur skotið so mong mál fyri ÍF liðið, hevur ikki verið so eyðsýndur seinastu dystirnar, og mótstøðuliðini ansa væl eftir honum.
Vit mugu staðfesta, at ÍF -liðið er í einum aldudali og nakað má gerast, skal liðið fáa líkinda úrslit restina av kappingarárinum.
Venjarar og spælarar fara sjálvandi at umrøða umrødda dyst og fara at læra av mistøkunum, ið gjørd vórðu, og leggja til rættis, hvussu næsti dystur skal spælast, so hann kastar av sær.
Góða eydnu ÍF.

Skrivað hevur Signar á Brúnni

Dystarfrásøgn ÍF – Víkingur

Spennandi endaspurtur í Fløtugerði

Seinast ÍF spældi móti Víkingi var í Gøtu. Ta ferðina vann ÍF 2-1, ið var fult uppiborið.
ÍF liðið hevur ikki fingið serliga góð úrslit seinastu dystirnar og vánaligasti úrslitið var í Klaksvík, har okkara lið tapti heili 6 – 0.
Fuglfirðingar høvdu góðar vónir um dystin í dag, tí hesaferð spældu vit ímóti einum liði, ið liggur í miðjuni í bestu deildini, har eisini okkara lið er.
So skjótt dysturin varð bríkslaður í gongd, vísti Víkingur seg sum eitt gott lið, ið legði seg eftir at spæla góðan fótbólt, ið hevði sett sær fyri at vinna í dag.
ÍF liðið vísti lítið og einki. Runnu fyri tað mesta aftaná, og eingin stríðsvilji var at hóma.
Víkingur spældi seg fram til fleiri málmøguleikar, men vóru ikki nóg neyvir, so tað gekk ein hálvur tíma, áðrenn fyrsta málið kom. Innlegg úr vinstru síðu, sum Finnur skallaði í málið til 1-0. Víkingur helt á at trýsta, ið gav teimum tað næsta málið.
ÍF verjan riggaði ikki væl í dag, ferð eftir ferð sluppu víkingar gjøgnum verjuna, ið kundi givið teimum fleiri mál.
Seinni hálvleikur varð heilt ein annar. ÍF liðið var ikki at kenna aftur, og nú tóktist liðini at vera jøvn í spæli. ÍF- verjan riggaði nú nógv betur og Víkingar høvdu ilt vit at koma til málkjansir.
So einaferð fekk ÍF møguleikan at fáa mál. Einar 25 metrar frá víkingamálinum varð dømt fríspark til ÍF. Karl Løkin fekk møguleikan at royna seg, og tað gjørdi hann væl og virðiliga við at smekka bóltin vinstrumegin málmannin, sum ongan livandi kjans hevði at bjarga.
Nú kom verulig vend í. ÍF stríddist nú sum úlvur á skóg og vóru einki aftanfyri grannarnar í leiki.
Teir síðstu 20 minuttirnar vóru fuglfirðingar um reppi at fáa mál. Eini fýra møguleikar vóru, og høvdu teir verið eitt sindur hepnari, kundi liðið helst fingið eitt ella møguliga tvey mál móti endanum. Skot komu at tvørstongina, men til meskarnar náddi bólturin ikki tíverri fyri fuglfirðingar og tíbetur fyri Víking.
Dysturin endaði við 2 – 1 sigri til Víking.
ÍF gjørdi nakrar utskiftinger í seinna hálvleiki, ið vóru skilagóðar og skaptu veruligan brodd í álopið, sum víkingar vórðu um ein háls av. Teir, ið komu inn vóru Dánjal á Lakjuni, Bogi Løkin og Gundur Petersen, ið allir komu sera væl frá dystinum.
Nú komu vit aftur í gamla lagi, bert at spæla væl helvtina av dystinum, ið ongantíð kastar av sær. Hetta verður óivað tikið upp av okkara venjarum, og vónandi fáa vit ruddað hetta av vegnum.
Næsti dystur verður móti EB/Streymi við Margáir, ið vit eiga at vinna um rætt verður atborið.

Skrivað hevur Signar á Brúnni

Dystarfrásøgn KÍ – ÍF

ÍF avbukað í Klaksvík.

KÍ vann heili 6-0 á ÍF í Klaksvík í dag, og vit mugu bert ásanna, at KÍ hevði fult uppiborið stóra sigurin.
KÍ byrjaði væl, og ÍF vísti lítið og einki í dag, klaksvíkingarnir sótu á øllum, vóru nógv kvikari og spælið var væl skipað.
Úrmælingarnir hjá ÍF, Jan og Uros, vóru ikki við í dag vegna skaðar, og tað gjørdi ikki støðuna betri.
KÍ byrjaði við fullari ferð, helmaðu ikki í, fyrrenn teir vóru komnir á mál. Okkara lið megnaði alt ov lítið, sjálvsálitið var burtur og nakað munagott fótbóltsspæl var ikki at hóma. Hvat er tað sum hendir, tá ið soleiðis gongst ?
Seinast vit spældu móti B36 taptu vit 2-0, meðan KÍ liðið tapti heili 6-2 móti B36 í Havn.
KÍ liðið var ikki at kenna aftur. Liðið spældi sjáldsama væl í dag, ja, talan varð um fótbólt á høgum støði og frøi fyri eygað.
Í hálvleikinum var støðan 4-0 til KÍ, ikki eitt mál ov nógv.
Tá ið seinni hálvleikur varð bríkslaður í gongd, komu fuglfirðingar fyri seg og fingu spælið at hanga saman. Teir høvdu nøkur hampulig álop á KÍ- málið, ið tó ikki góvu nakað mál.
Tá ið einir 20 minuter vóru gingnir, setti KÍ liðið ferðina upp aftur, og tóku yvir á øllum økjum, og okkara lið megnaði ikki tað, sum tað plagar.
KÍ eydnaðist at fáa 2 mál í seinna hálvleiki, so endaliga støðan bleiv 6-0 til KÍ. Ein eyðmýkjandi dystur fyri ÍF og ein branddystur hjá KÍ.
Men vit gevast ikki so. Næsti dysturin verður ein grannauppgerð millum ÍF og Víking í Fuglafirði.
Seinasta dystin vit spældu móti Víkingi, vann okkara lið 2-1 í Gøtu.
Vit vóna, at allir okkara spælarar verða tøkir tá, so vit megna at spæla ein góðan dyst, sum gevur okkara liði trý stig.

Skrivað hevur Signar á Brúnni

Dystarfrásøgn ÍF – NSÍ

ÍF og NSÍ tvey rættilga jøvn lið í dag.

ÍF liðið hevur ment seg nógv í ár, og stríðsviljin er góður, men so hendir tað, ið ikki má henda, spælarar verða skaddir í dystunum. Tað var ikki meira enn 15 minuttir spældir, tá ið liðførarin hjá ÍF, varð noyddur at fara av vøllinum við skaða. Hetta kom dátt við hjá fuglfirðingum, tí hesin spælarin hevur so drúgvar royndir og er ein úrmælingur í fótbólti.
Men maður kemur í mans stað, annar spælari kom í hansara stað og liðið legði alla sína orku í at fáa eitt gott úrslit.
NSÍ liggur væl hægri upp í á stigatalvuni enn ÍF, men tað kom ikki til sjóndar í dag – liðini vóru rættiliga jøvn.
Nógvir vóru málmøguleikarnir hjá báðum liðum, men bert tað eini bólturin náddi inn til málmeskarnar hjá mótstøðuliðnum og hann átti NSÍ.
NSÍ hevði fleiri kjansir, men skotini vóru óneyv, og tey ið vóru neyvari, tók málmaðurin hjá ÍF sær av.
Í seinna hálvleiki kom ungi spælarin Sámal Joensen inn, og hann varð ikki komin meira enn inn á vøllin fekk hann bóltin, ið hann smekkaði í málið – eitt rimmarskot, men frægi málmaðurin í NSÍ málinum eydnaðist at fáa bóltin upp um málið.
Tað er so hugaligt og spennandi at sígga nýggjar og ungar spælarar fáa møguleikan at royna seg, tí teir roynast mangan væl.
Sámal og Gundur eru besta dømi um tað. Haldið fram við hesum, áðrenn onnur feløg senda boð eftir teimum.
Okkara lið spældi væl í dag, hóast vit ikki vunnu dystin, men tey sum fylgja væl við í fótbólti síggja, at okkara lið mennist fyri hvønn dyst.
Næsti dystur verður í Klaksvík,týskvøldið, tá vit skulu royna okkum móti føroyameistarunum frá í fjør. Eingin løtt uppgáva, men vit hava sanniliga kløkka klaksvíkingar fyrr í Klaksvík, og kanska gera vit tað aftur.
Livst so spyrst.
Við ítróttarkvøðu.

Skrivað hevur Signar á Brúnni

Eingir áskoðarar fram til 22. august

At vit sum ítróttarfelag skulu heita á okkara trúføstu áskoaðarar um ikki at møta til dyst er ein øvugt verð. Aftur í ár hevur stuðulin verið framúr frá tykkum – hjartans tøkk fyri tað.

Nú er tað tó tíverri so, at vit liva í eini tíð við nógvari óvissu. Av tí at tað eru staðfestir tilburðir av Korona aftur, eru harraboð komin, at vit ikki kunnu loyva áskoðarum til dystirnar frá í dag og til 22. august.

Vit heita tí staðiliga á allar okkara áskoðarar til allar deildir um ikki at ganga í móti tilmælunum.

Dystarfrásøgn B36-ÍF

B36 var betra liðið í dag.

Tað hevur gingið rættiliga væl hjá ÍF-liðnum í betri deildini í ár, og alsamt fleiri ÍF- áskoðarar eru til dystirnar nú enn í fjør, eisini til útidystirnar.
Nógvir fuglfirðingar høvdu leitað sær til Havnar í dag at síggja dystin millum B-36 og ÍF og vildu stuðla sínum liði.
Fyrri hálvleikur endaði við javnleiki, ið fuglfirðingar kunnu vera nøgdir við, tí B36 liðið byrjaði sum eitt óløgi,og sat á dystinum teir fyrstu 20 minuttirnar, og vóru teir eitt sindur hepnari, kundu teir havt fingið eini tvey mál.
ÍF verjan stóð seg væl, og málmaðurin spældi aftur ein branddyst við nógvum frálíkum bjargingum.
Men B36 trýstið viknaði nakað, tá ið 20 minuttir vóru spældir, og ÍF liðið kom rættiliga fyri seg og vísti gott spæl.
Tá einir 7 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, eydnaðist tað B-36 at fáa fyrsta málið.
ÍF hevði nøkur góð álop, sum tó ikki góvu úrtøku. Nakað út í seinnna bálvleik eydnaðist tað B 36 at skora næsta málið, so støðan bleiv 2-0.
Fuglfirðingar stríddust fyri at fáa sítt fyrsta mál, men tað eydnaðist ongantíð.
Vit kunnu staðfesta, at B 36 var tað betra liðið í dag, og høvdu fult uppiborið sigurin 2-0. B 36 vann eisini fyrra dystin, ið var í Fuglafirði, men ta ferðina kundu fuglfirðingar eins væl havt vunnið, tí liðið spældi seg til nógvar kjansir, ið einki góvu og eitt brotsspark, sum teir brendu.
Næsti dystur verður hósdagin 6. aug. móti NSÍ í Fuglafirði, ið fuglfirðingar ætla sær at vinna og nógv eru viðhaldsfólkini, ið fara at stuðla teimum.

Skrivað hevur signar á Brúnni