Måned: september 2020

So eiga vit ein U-21 landsliðleikara.

Sámal Erik Hentze og Hegga Samuelsen hava úttikið U-21 hópin, sum skal spæla í móti Spania og Montenegro á heimavølli tann 8. og 13. oktober.

Í hesum hópinum er málmaðurin hjá okkum Jákup Nolsøe Olsen úttikin.

Herfrá verður ynskt honum til lukku við úttøkuni og góða eydnu.

Dystarfrásøgn ÍF – EB/Streymur

Javnleikur í Fløtugerði.

Dysturin gjørdist ongantíð spennandi millum liðini ÍF og EB/Streym í dag, sum liggja ávikavist nummar 6 og 7.
Á ÍF liðnum vantaðu fleiri spælarar.
Frægu verjuspælararnir Jann og Jens vóru ikki at síggja, og dagsins maður seinasta dyst Filip, ið skeyt ikki færri enn trý mál í dystinum móti Skála, var heldur ikki at síggja. Vórðu teir skaddir í seinasta dysti ? spurdu mangir ÍF – fjepparar. (Men Jann kom inn í seinna hálvleiki. )
Ungi spælarin Tóri Nolsøe Olsen spældi í verjuni.
Uppgávuna megnaði hann, saman við Sjúrði Paula, Hákun Edmundssyni og Andi, sera væl.
Sámal spældi á miðvøllinum og royndist væl og spældi allan dystin.
Sjúrður Pauli hevði ein góðan dag, men varð hann skaddur og mátti av vøllinum.
Í hansara stað kom Jann Ellingsgaard, ið stríddist væl sum altíð.
5 minuttir fyri hálvleiki eydnaðist ÍF at fáa fyrsta málið. Sjúrður Pauli skeyt bóltin hegnisliga innfyri, har Hans Jákup smekkaði hann í netið til støðuna 1-0. Eitt frálíkt mál.
Rættiliga leingi leikaði javnt á, ikki tann nógva ferðin, og dysturin gjørdist ongantíð spennandi.
Ungi spælarin Poul Jacob Lundsbjerg kom inn fyri Boga Løkin.
Tá ið bert fáir minuttir vóru eftir, varð Hákun Edm. so óheppin at gera fríspark beint uttan fyri 16 meturin hjá EB/Streymi. EB/Streymur takkaði fyri og sendu bóltin í netið, so støðan varð 1-1.
ÌF hevði fleiri álop móti endanum av dystinum, men einki gav úrslit.
Eisini EB/Streymur stríddist fyri at fáa sigurðsmálið, men uttan úrslit.
EB/Streymur hevur nú 20 stig og er á 7. plássi og ÍF hevur 22 stig og er á 6.plássi í landskappingini.
Næstu dystur hjá ÍF verður móti TB í Suðuroy.

Skrivað hevur Signar á Brúnni

Dystarfrásøgn Skála – ÍF

Filip Djordjevic dagsins maður á Skála.

Ein spennandi dystur á Skála, ið endaði við 4-4. Úrslitið kundi saktans verðið 8- 8, tí málmøguleikarnir hjá báðum liðum trutu ikki.

Ein javnleikur var eitt rættvíst úrslit.
Fuglfirðingar byrjaðu betur. Tá ið einir 20 min. vóru spældir, eydnaðist tað Filipi at gera fyrsta málið fyri ÍF, og næsta málið skoraði hann bert 3 min seinni eftir innleggi frá Sámali Joensen.

Kom dátt við.
Hetta kom dátt vid hjá skálaliðnum, men heimaliðið menti seg skjótt aftur og í 36. min. eydnaðist tað Kristiani Jacobsen at seta bóltin í málið hjá ÍF, og bert 3 min. seinni skoraði Ronni Møller Iversen fyri Skála, so varð javnleikur.

Skála frammanfyri
Men skálamenn steðgaðu ikki so, í 58 min. skoraði Ronni Møller Iversen triðja málið hjá Skála, sum nú varð frammanfyri ÍF.
Men stokkutur var hitin, tí í 66 min. megnaði Filip at seta bóltin fyri triðju ferð í skálamálið, so varð javnleikur aftur.
Filip spældi ein branddyst í dag og varð dagsins maður á ÍF liðnum.

Uros spældi væl.
Men parturin hjá Uros Stojanovlá lá heldur ikki eftir í dag.
Eftir gott inlegg frá Hans Jákup Lervig eydnaðist tað Uros at smekka bóltin í netið, og so varð støðan 3-4 til fuglfirðingar.

So varð javnleikur.
Í seinastu sekundunum eydnaðist tað Jóhan Bergson Johansen at skjóta 4. málið fyri Skála, so endaliga støðan bleiv 4-4.

Hetta varð ein spennandi dystur við nógvum málmøguleikum fyri bæði liðini.

ÍF liðið í dag
Um okkara lið (ÍF ) skal verða sagt, at tað spældi ikki upp til sítt besta í dag.
Í seinna hálvleiki riggaði spælið á miðvøllinum als ikki.
Triðja málið, ið Skála fekk, komst av mistaki, ið varð gjørt í verjuni.
Jákup Nolsøe Olsen hevur roynst stak væl í málinum í ár, men í hesum dystinum vóru fleiri útspørk ikki nóg góð/neyv og endaðu uttan fyri vøllin. Tað plagar ikki at vera Jákupi fyri.
Drúgva samanspælið í verjuni tóktist viðhvørt ongan enda fáa, og mangan var nær við at gera mistøk, ið kundu kosta dýrt.

Og tó
Tó skal sigast, at okkara lid hevur staðið seg munandi betur í ár við sínum 21 stigum móti teimum 6 í fjør. Tað eiga vit fuglfirðingar at fegnast um.
Næsti dystur verður í Fløtugerði í Fuglafirði, tá ið okkara lið spælir móti EB/Streymi, ið liggur beint í hølunum á okkara liði.

Skrivað hevur Signar á Brúnni

Dystarfrásøgn HB-ÍF

Spennandi dystur í Havn millum HB og ÍF í Betri deildini.

Væl vistu vit, at tað fór ikki at verða nakar lættur dystur at spæla móti HB, ið liggur á odda í landskappingini, og tað at Jan Ellingsgaard, liðskiparin hjá ÍF, ikki kundi spæla við, vegna sjúku, gjørdi støðuna uppaftur verri.

Sámal styrkti ÍF-liðið
Liðið varð nakað umskipað, og nýggir yngri spælarar fingu høvi at royna seg. Ein av hesum var Sámal Joensen, sum spældi á miðvøllinum allan dystin, og mundi hann teljast millum teir allarbestu ÍF- ararnar. Hann spældi skilagott og spælið á miðvøllinum riggaði væl.

Uros gjørdi rættiliga vart vil seg.
Hann hevur ikki verið so eyðsýndur teir seinastu dystirnar, men í dag vísti hann aftur, hvussu dugnaligur hann kann verða.
Fyrsta málið, ið ÍF fekk, skeyt Uros eftir uppleggið frá Hans Jákup úr vinstru síðu, ið Uros hegnisliga høvdaði í málið til støðuna 1-1.
Í 36. minutti fekk HB sítt næsta mál og í 45 minutti sítt triðja mál, so støðan varð 3-1.
Nú sá tað nakað dapurt út hjá ÍF liðnum, men liðið stríddist væl, og mín sann um ikki aftur Uros fekk sítt næsta mál, eftir innleggi frá Karl Løkin til støðuna 3-2, ið eisini var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki fekk HB eitt mál aftrat, so endaliga støðan gjørdist 4-2 til HB.

Fuglfirðingar stríddust væl.
ÌF liðið stríddist av fullum huga allan dystin á tamb, men oddaliðið HB spældi góðan, vakran og undirhaldandi fótbólt, ið ÍF liðið ikki megnaði at steðga teimum í.
Næsti dystur hjá okkara liðið verður útidystur móti Skála, tá vit eiga at ogna okkum stig, ið vit hava fingið alt ov lítið av seinastu dystirnar.
Vónandi verða nógvir ÍF fjepparar at síggja úti á Skála mikukvøldið, ið fara at stuðla sínum liði av fullum huga.

Signar á Brúnni hevur skrivað

4 brøðrapør við ÍF U21

Mánakvøldið spældi U-21 lið hjá okkum á Skála,

Vit vunnu dystin 3-1, málskjúttar hjá okkum vóru Tóri N. Olsen 2 mál og Bergur Jacobsen 1 mál.

Á liðinum vóru ikki minni enn 4 brøðrapar.

Brøðrapørini vóru:

Jákup & Tóri Nolsøe Olsen

Bjarti & Jóhann Højbro

Pól Jákup & Petur Meinhard Lundsbjerg

Jákup & Bergur Jacobsen