Dystarfrásøgn HB-ÍF

Spennandi dystur í Havn millum HB og ÍF í Betri deildini.

Væl vistu vit, at tað fór ikki at verða nakar lættur dystur at spæla móti HB, ið liggur á odda í landskappingini, og tað at Jan Ellingsgaard, liðskiparin hjá ÍF, ikki kundi spæla við, vegna sjúku, gjørdi støðuna uppaftur verri.

Sámal styrkti ÍF-liðið
Liðið varð nakað umskipað, og nýggir yngri spælarar fingu høvi at royna seg. Ein av hesum var Sámal Joensen, sum spældi á miðvøllinum allan dystin, og mundi hann teljast millum teir allarbestu ÍF- ararnar. Hann spældi skilagott og spælið á miðvøllinum riggaði væl.

Uros gjørdi rættiliga vart vil seg.
Hann hevur ikki verið so eyðsýndur teir seinastu dystirnar, men í dag vísti hann aftur, hvussu dugnaligur hann kann verða.
Fyrsta málið, ið ÍF fekk, skeyt Uros eftir uppleggið frá Hans Jákup úr vinstru síðu, ið Uros hegnisliga høvdaði í málið til støðuna 1-1.
Í 36. minutti fekk HB sítt næsta mál og í 45 minutti sítt triðja mál, so støðan varð 3-1.
Nú sá tað nakað dapurt út hjá ÍF liðnum, men liðið stríddist væl, og mín sann um ikki aftur Uros fekk sítt næsta mál, eftir innleggi frá Karl Løkin til støðuna 3-2, ið eisini var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki fekk HB eitt mál aftrat, so endaliga støðan gjørdist 4-2 til HB.

Fuglfirðingar stríddust væl.
ÌF liðið stríddist av fullum huga allan dystin á tamb, men oddaliðið HB spældi góðan, vakran og undirhaldandi fótbólt, ið ÍF liðið ikki megnaði at steðga teimum í.
Næsti dystur hjá okkara liðið verður útidystur móti Skála, tá vit eiga at ogna okkum stig, ið vit hava fingið alt ov lítið av seinastu dystirnar.
Vónandi verða nógvir ÍF fjepparar at síggja úti á Skála mikukvøldið, ið fara at stuðla sínum liði av fullum huga.

Signar á Brúnni hevur skrivað