Måned: oktober 2020

Dystarfrásøgn ÍF – B36

Spennandi og undirhaldandi dystur í Klaksvík.

Ikki sørt skuffaðir vóru fuglfirðingar um, at heimadysturin móti B36 skuldi spælast í Klaksvík og ikki í Fuglafirði, tí ljósini í Fløtugerði, ikki nøktaðu krøvini, ið sett verða.
Men hetta nervaði ikki okkara spælarar, tí teir stríddust sum fyri lívinum allan dystin og vóru um at fáa tað eina stigið.
ÍF stuðlarnir vóru nógvir møttir til dystin við Djúpumýrar, og tað vóru ikki sørt av klaksvíking, ið komu til dystin, og teir stuðlaðu fuglfirðingum.
Væl vistu fuglfirðingar, at hetta fór at verða ein torførur dystur, tí mótstøðuliðið liggur millum fremstu liðini, nú kappingarárið er um at verða liðugt.
So skjótt dysturin varð bríkslaður í gongd, settu B36 seg á dystin, spældu góðan fótbólt og vóru mangan um at fáa mál, men ÍF ararnir vóru raskir og ágrýtnir og góvu B36 skarpan gang. Hóast mong álop við nógvari ferð, so megnaðu fuglfirðingar at steðga so at siga hvørjum einasta álopi, og tað ferðirnar teir komu gjøgnum verjuna, stóð málverjin sum ein múrur, ið eingin bóltur slapp ígjøgnum.
So hendi tað, ið fáur væntaði, at íF ararnir fara í álop, og ungi spælarin Poul Jákup Landsbjerg smekkar bóltin í málið, ið málmaðurin hálvbjargar, ið fer útaftur til Uros, ið heilfluktar bóltin upp í handaru stong. Eitt vakurt mál.
Fuglfirðingar tóktust at fáa uppaftur betri mót um ein sigur, og stríddust uppaftur meira.
So hendi tað, at brotspark varð dømt til B 36, tí fuglfirðingar skuldu hava skumpað Pingel um koll inni í brotsteignum.
Hesum mótmæltu okkara spælarar, men tað hjálpti einki, og B 36 skoraði sítt fyrsta mál, so varð javnleikur 1-1.
Javnleikurin var til bert ein minuttur var eftir av dystinum, tá tað eydnaðist B 36 at fáa sítt næsta mál, og vunnu sostatt dystin við úrslitinum 2-1.
Um okkara ÍF lið skal sigast, at tað stríddist væl í dag og legði nógv fyri at fáa eitt gott úrslit. Verjuspælið riggaði væl í dag, verjan spældi skilagott og var ótroyttilig.
Miðvøllurin og álopið spældu somuleiðis skilagott.
Uros er spælarin, ið eitt mótstøðulið altíð hevur ampað av, tí hann hevur nakrar serligar dygdir.
Ein ungur spælari, ið gjørdi rættiliga vart við seg í dag, var Pól Jákup Lundsbjerg, ið megnaði ferð eftir ferð at steðga B 36 álopunum. Eisini hann hevði eitt brandskot upp á B 36 málið, ið málmaðurin hjá B 36 mátti lata fara til hornaspark.
Verður tikið samanum, so var B36 tað betra liði, men okkara lið vísti so sanniliga sínar dygdir við sínum vilja, ágrýtni og skilagóðum spæli, sum kann styrkjast uppaftur meira til komandi kappingarár.

Signar á Brúnni hevur skrivað

Samstarvið við Jan endað

Vit skulu við hesum boða frá, at samstarvið við Jan Ó. Ellingsgaard er endað. Somuleiðis er sáttmálin, sum annars var galdandi fyri 2021 og 2022 ógyldaður, so at Jan verður ikki partur av fremsta mansliðnum hjá ÍF komandi árini.

ÍF skal við hesum ynskja Jan alt tað besta í framtíðini.

Dystarfrásøgn KÍ – ÍF

ÍF og KÍ áttu hvør sín hálvleik.

Fuglfirðingar vistu, at tað skuldi nógv til at basa einum vælspælandi KÍ liði við Djúpumýrar í dag, men vónirnar um eitt hampuligt úrslit høvdu teir.
ÍF liðið var mannað við nógvum nýggjum og ungum spælarum, ið skuldu royna seg.
KÍ byrjaði sum eitt ódnarveður, men fuglfirðingar steðgaðu ferð eftir ferð álopunum teirra og kundu so senda bóltin fram til framherjarnar hjá ÍF.
Tá ið ein løta varð gingin eydnaðist tað Hans Jákupi at fáa bóltin innfyri KÍ málið, har Sjúrður Pauli smekkaði bóltin í netið til støðuna 1-0 til ÍF. Sjúrður Pauli spældi ein branddyst í dag.
KÍ helt fram at trýsta, men einki bar til, tí ÍF ararnir vóru bæði ágrýtnir og grammir, og teir bóltarnir, ið komu inn um verjuna, tók málmaðurin sær av.
Farið var til hálvleiks við støðuni 1-0 til ÍF, ið mundi koma mongum klaksvíkingi dátt við og fuglfirðingum væl við.
Í seinna hálvleiki kom vend í. Tað tóktist sum fuglfirðingar høvdu brúkt alla sína orku í fyrra hálvleiki, tí ferðin var ikki eins nógv sum í byrjanini.
Klaksvíkingar tóku nú yvir og sótu á dystinum næstan allan seinna hálvleik. Tríggjar útskiftingar gjørdi KÍ og íF gjørdi fýra.
Hjá KÍ komu royndir og garvaðir spælarar inn, ið helst vóru ætlaðir at spara til dystin móti Víkingi mikukvøldið, meðan fuglfirðingar góvu ungum óroydum spælarum kjansin at koma á liðið – og teir sviku ikki.
Sum dysturin leið, gjørdist munurin millum liðini alsamt størri, og KÍ eydnaðist at fáa fýra mál í seinna hálvleiki, meðan ÍF einki fekk burturúr.
Dysturin endaði við 4-1 til KÍ, ið var fult uppiborið.
ÍF hevur spælt tríggjar dystir móti KÍ í hesum kappingarárinum, og hevur tapt allar. Úrslitini hava verið 4-0,4-0 og 4-1.
Seinasta úrslitið var tað frægasta, og tað var við óvanliga nógvum nýggjum, ungum spælarum. Tað kann geva okkum vónir um, at næsta kappingarár gerst uppaftur betri.
Rættiliga væl av fuglfirðingum vórðu møttir við Djúpumúrar í dag at stuðla sínum liði og tøkk eiga teir fyri tað.
Signar á Brúnni hevur skrivað.

Stuðulsrenningin 2020

Stuðulsrenningin 2020

Nær:
Hósdagin 29. oktober kl. 16:30 á vøllinum í Fløtugerði

Hvør:
Allir íðkandi limir renna. Tað vil siga, at barna- og ungdómsleikararnir koma at renna saman við teimum vaksnu – herundir Betri liðnum.

Vinnarar og vinningar:
Barna- og ungdómsleikarin, sum rennur flest metrar vinnur ein bólt, sum er undirskrivaður. Barna- og ungdómsleikarin, sum savnar flest pening inn til felagið, vinnur somuleiðis ein bólt.
Vinnarin hjá teimum vaksnu vinnur ein døgurða fyri tvey á Muntra. Her er talan um bæði tann, ið rennur flest metrar, umfamt tann, sum savnar flest pening inn til felagið.

Hugnaløta:
Eftir renningina verður ein hugnaløta við onkrum góðum til góman

ÍF takkar fyri stuðulin

ÍF brynjar seg til framtíðina

Fleiri fjepparar mundu stúrsa við, tá ið teir sóu fleiri nýggj andlit í hópinum hjá besta liðnum. Ólavur og Hans Jørgen høvdu nevniliga boðsent trimum rættiliga ungum leikarum til dystin ímóti NSÍ sunnudagin. Talan er um Bjarta Højbro, Petur Meinhard Lundsbjerg og Jákup í Lambanum.

Heimasíðan vendi sær til høvuðsungdómsvenjarin, Jóan Paula Jacobsen, sum greiðir soleiðis frá og gevur hetta viðmælið: ”Tað er ikki óvanligt, at heilt ungir leikarar sleppa at venja við besta liðnum gjøgnum árið. Vit royna at tilpassa venjingar- og dystarmongd hjá hvørjum einstøkum leikara, tí m.a. nevndu leikarar kunnu spæla við U17, U21 og 3. deild. Her er talan um gott samstarv millum partarnar.

Fyri allar tríggjar er tað galdandi, at teir venja hvønn dag, taka lut í virkseminum hjá felagnum (m.a. døma) og sýna góðan hugburð. Vit meta, at við miðvísari venjing, so kunnu hesir tríggir, saman við øðrum ungum, gera seg galdandi innan ávíst tíðarskeið.”

Dystarfrásøgn ÍF – NSÍ

Andy dagsins maður.

Dysturin millum NSÍ og ÍF bleiv sera spennandi og javnt leikaði á so at siga allan dystin.
NSÍ er næstfremst á stigatalvuni í Betri deildini, meðan ÍF er á 6. plássi, men tað sást ikki í dystinum í dag.
NSÍ eigur nakrar bóltsnillingar, ið megna so mangan at gera vart við seg, men í dag, bar ikki so væl til.

ÍF væl fyrireikað
ÌF liðið vísti beinanvegin, at liðið var væl fyrireikað.
NSÍ byrjaði betur, høvdu bóltin meira, og álopini skolaðu móti ÍF málinum.
ÍF verjan royndist væl, og tað eydnaðist henni at steðga so at siga hvørjum álopi, ið bar í sær at NSÍ ararnir gjørdust ørkymlaðir, tí einki bar til.
Fuglfirðingar ernaðust sum fyrri hálvleikur leið og stóðu einki aftanfyri NSÍ ararnar. Og so hendi tað, at NSÍ varð straffað við brotssparkið, ið Andy setti hegnisliga í málið.
So varð floyta fyri hálvleiki, og ÍF spælararnir vóru sjálvandi væl nøgdir.

Seinni hálvleikur
Seinna hálvleik byrjaði NSÍ liðið betur, høvdu meira bóltin enn ÍF ararnir, ið bar í sær, at teir fingu javnað til 1-1.
Nakrar minuttir seinni fekk NSÍ sítt næsta mál, so vóru teir frammanfyri 2-1.

Misnøgdir um dómaraavrikið.
ÍF spælararnir vóru sera misnøgdir við næsta málið hjá NSÍ, tí dómararnir “foreraðu” NSÍ eitt innkast frammi í høgru síðu, ið fuglfirðingar hildu seg eiga, og júst hetta innkastið skapti málmøguleikan, sum varð nýttur til fulnar.
ÍF liðið gav ikki upp, men hildu fram við sínum ágrýtna spæli og onkuntíð vóru teir nær við at skora. Men so fekk NSÍ sítt triðja mál, ið varð væl spælt. Men heldur ikki tað fullu ÍF ararnir í fátt av, tvørturímóti settu teir ferðina upp, og so einaferð fingu teir næsta brotssparkið, ið aftur Andy setti væl og virðiliga í netið.
Dysturin endaði við úrslitinum 3-2 til NSÍ.

Um okkara lið skal sigast, at tað spældi til tíðir heilt góðan og vakran fótbólt, ja tað stóð einki aftanfyri NSÍ liðið.
Allir spælararnir løgdu alla sína orku í at vinna dystin, og allir sum ein komu væl frá dystinum. Málmaðurin stóð ein branddyst.

Næsti dystur
Næsti dysturin verður móti KÍ í klaksvík.
Vísir ÍF liðið sama stríðsvilja og sama ágrýtni sum í Fløtugerði í dag, so kann tað geva KÍ ein skarpan gang.

Vit hittast við Djúpumýrar.
Okkara partur skal ikki liggja eftir.

Skrivað hevur Signar á Brúnni.

Fuglfirðingur á A-landsliðið

Mariu á Lakjuni er úttikin til A-landsliðið.

Hettar er fyrsta úttøkin hjá Mariu til A-andsliðið.

Maria hevur spælt samlað 11 altjóða dystir fyri Føroyar á U-19 og U-17.

Føroyar skal spæla á útivælli móti Wales 22. oktober

Herfrá verður ynskt tær til lukku við úttøkuni og góða eydnu 😊

U-13 dreingirnir gjørdu bart

Dreingir U13 hjá ÍF spældu tríggjar dystir á heimavølli í dag. Til tíðir vístu dreingirnir sera gott samanspæl, skoraðu góð mál og vunnu allar dystirnar. Koyr á ÍF!

Úrslit og málskjúttar hjá U13:

ÍF-FC Suðuroy 2-0 (1-0)
Regin Lassaberg
Jógvan á Lakjuni

ÍF-B68 3-2 (1-2)
Markus Súni Jannson
Hákun Nón
Teitur við Gjónna

ÍF-B36 9-1 (4-1)
Bjørn Mohr
Jógvan á Lakjuni
Rani Ákason
Bjørn Mohr
Markus Súni Jannson
Hákun Nón (4 tey síðstu málini)