Dystarfrásøgn ÍF – NSÍ

Andy dagsins maður.

Dysturin millum NSÍ og ÍF bleiv sera spennandi og javnt leikaði á so at siga allan dystin.
NSÍ er næstfremst á stigatalvuni í Betri deildini, meðan ÍF er á 6. plássi, men tað sást ikki í dystinum í dag.
NSÍ eigur nakrar bóltsnillingar, ið megna so mangan at gera vart við seg, men í dag, bar ikki so væl til.

ÍF væl fyrireikað
ÌF liðið vísti beinanvegin, at liðið var væl fyrireikað.
NSÍ byrjaði betur, høvdu bóltin meira, og álopini skolaðu móti ÍF málinum.
ÍF verjan royndist væl, og tað eydnaðist henni at steðga so at siga hvørjum álopi, ið bar í sær at NSÍ ararnir gjørdust ørkymlaðir, tí einki bar til.
Fuglfirðingar ernaðust sum fyrri hálvleikur leið og stóðu einki aftanfyri NSÍ ararnar. Og so hendi tað, at NSÍ varð straffað við brotssparkið, ið Andy setti hegnisliga í málið.
So varð floyta fyri hálvleiki, og ÍF spælararnir vóru sjálvandi væl nøgdir.

Seinni hálvleikur
Seinna hálvleik byrjaði NSÍ liðið betur, høvdu meira bóltin enn ÍF ararnir, ið bar í sær, at teir fingu javnað til 1-1.
Nakrar minuttir seinni fekk NSÍ sítt næsta mál, so vóru teir frammanfyri 2-1.

Misnøgdir um dómaraavrikið.
ÍF spælararnir vóru sera misnøgdir við næsta málið hjá NSÍ, tí dómararnir “foreraðu” NSÍ eitt innkast frammi í høgru síðu, ið fuglfirðingar hildu seg eiga, og júst hetta innkastið skapti málmøguleikan, sum varð nýttur til fulnar.
ÍF liðið gav ikki upp, men hildu fram við sínum ágrýtna spæli og onkuntíð vóru teir nær við at skora. Men so fekk NSÍ sítt triðja mál, ið varð væl spælt. Men heldur ikki tað fullu ÍF ararnir í fátt av, tvørturímóti settu teir ferðina upp, og so einaferð fingu teir næsta brotssparkið, ið aftur Andy setti væl og virðiliga í netið.
Dysturin endaði við úrslitinum 3-2 til NSÍ.

Um okkara lið skal sigast, at tað spældi til tíðir heilt góðan og vakran fótbólt, ja tað stóð einki aftanfyri NSÍ liðið.
Allir spælararnir løgdu alla sína orku í at vinna dystin, og allir sum ein komu væl frá dystinum. Málmaðurin stóð ein branddyst.

Næsti dystur
Næsti dysturin verður móti KÍ í klaksvík.
Vísir ÍF liðið sama stríðsvilja og sama ágrýtni sum í Fløtugerði í dag, so kann tað geva KÍ ein skarpan gang.

Vit hittast við Djúpumýrar.
Okkara partur skal ikki liggja eftir.

Skrivað hevur Signar á Brúnni.