ÍF brynjar seg til framtíðina

Fleiri fjepparar mundu stúrsa við, tá ið teir sóu fleiri nýggj andlit í hópinum hjá besta liðnum. Ólavur og Hans Jørgen høvdu nevniliga boðsent trimum rættiliga ungum leikarum til dystin ímóti NSÍ sunnudagin. Talan er um Bjarta Højbro, Petur Meinhard Lundsbjerg og Jákup í Lambanum.

Heimasíðan vendi sær til høvuðsungdómsvenjarin, Jóan Paula Jacobsen, sum greiðir soleiðis frá og gevur hetta viðmælið: ”Tað er ikki óvanligt, at heilt ungir leikarar sleppa at venja við besta liðnum gjøgnum árið. Vit royna at tilpassa venjingar- og dystarmongd hjá hvørjum einstøkum leikara, tí m.a. nevndu leikarar kunnu spæla við U17, U21 og 3. deild. Her er talan um gott samstarv millum partarnar.

Fyri allar tríggjar er tað galdandi, at teir venja hvønn dag, taka lut í virkseminum hjá felagnum (m.a. døma) og sýna góðan hugburð. Vit meta, at við miðvísari venjing, so kunnu hesir tríggir, saman við øðrum ungum, gera seg galdandi innan ávíst tíðarskeið.”