Dystarfrásøgn KÍ – ÍF

ÍF og KÍ áttu hvør sín hálvleik.

Fuglfirðingar vistu, at tað skuldi nógv til at basa einum vælspælandi KÍ liði við Djúpumýrar í dag, men vónirnar um eitt hampuligt úrslit høvdu teir.
ÍF liðið var mannað við nógvum nýggjum og ungum spælarum, ið skuldu royna seg.
KÍ byrjaði sum eitt ódnarveður, men fuglfirðingar steðgaðu ferð eftir ferð álopunum teirra og kundu so senda bóltin fram til framherjarnar hjá ÍF.
Tá ið ein løta varð gingin eydnaðist tað Hans Jákupi at fáa bóltin innfyri KÍ málið, har Sjúrður Pauli smekkaði bóltin í netið til støðuna 1-0 til ÍF. Sjúrður Pauli spældi ein branddyst í dag.
KÍ helt fram at trýsta, men einki bar til, tí ÍF ararnir vóru bæði ágrýtnir og grammir, og teir bóltarnir, ið komu inn um verjuna, tók málmaðurin sær av.
Farið var til hálvleiks við støðuni 1-0 til ÍF, ið mundi koma mongum klaksvíkingi dátt við og fuglfirðingum væl við.
Í seinna hálvleiki kom vend í. Tað tóktist sum fuglfirðingar høvdu brúkt alla sína orku í fyrra hálvleiki, tí ferðin var ikki eins nógv sum í byrjanini.
Klaksvíkingar tóku nú yvir og sótu á dystinum næstan allan seinna hálvleik. Tríggjar útskiftingar gjørdi KÍ og íF gjørdi fýra.
Hjá KÍ komu royndir og garvaðir spælarar inn, ið helst vóru ætlaðir at spara til dystin móti Víkingi mikukvøldið, meðan fuglfirðingar góvu ungum óroydum spælarum kjansin at koma á liðið – og teir sviku ikki.
Sum dysturin leið, gjørdist munurin millum liðini alsamt størri, og KÍ eydnaðist at fáa fýra mál í seinna hálvleiki, meðan ÍF einki fekk burturúr.
Dysturin endaði við 4-1 til KÍ, ið var fult uppiborið.
ÍF hevur spælt tríggjar dystir móti KÍ í hesum kappingarárinum, og hevur tapt allar. Úrslitini hava verið 4-0,4-0 og 4-1.
Seinasta úrslitið var tað frægasta, og tað var við óvanliga nógvum nýggjum, ungum spælarum. Tað kann geva okkum vónir um, at næsta kappingarár gerst uppaftur betri.
Rættiliga væl av fuglfirðingum vórðu møttir við Djúpumúrar í dag at stuðla sínum liði og tøkk eiga teir fyri tað.
Signar á Brúnni hevur skrivað.