Dystarfrásøgn ÍF – B36

Spennandi og undirhaldandi dystur í Klaksvík.

Ikki sørt skuffaðir vóru fuglfirðingar um, at heimadysturin móti B36 skuldi spælast í Klaksvík og ikki í Fuglafirði, tí ljósini í Fløtugerði, ikki nøktaðu krøvini, ið sett verða.
Men hetta nervaði ikki okkara spælarar, tí teir stríddust sum fyri lívinum allan dystin og vóru um at fáa tað eina stigið.
ÍF stuðlarnir vóru nógvir møttir til dystin við Djúpumýrar, og tað vóru ikki sørt av klaksvíking, ið komu til dystin, og teir stuðlaðu fuglfirðingum.
Væl vistu fuglfirðingar, at hetta fór at verða ein torførur dystur, tí mótstøðuliðið liggur millum fremstu liðini, nú kappingarárið er um at verða liðugt.
So skjótt dysturin varð bríkslaður í gongd, settu B36 seg á dystin, spældu góðan fótbólt og vóru mangan um at fáa mál, men ÍF ararnir vóru raskir og ágrýtnir og góvu B36 skarpan gang. Hóast mong álop við nógvari ferð, so megnaðu fuglfirðingar at steðga so at siga hvørjum einasta álopi, og tað ferðirnar teir komu gjøgnum verjuna, stóð málverjin sum ein múrur, ið eingin bóltur slapp ígjøgnum.
So hendi tað, ið fáur væntaði, at íF ararnir fara í álop, og ungi spælarin Poul Jákup Landsbjerg smekkar bóltin í málið, ið málmaðurin hálvbjargar, ið fer útaftur til Uros, ið heilfluktar bóltin upp í handaru stong. Eitt vakurt mál.
Fuglfirðingar tóktust at fáa uppaftur betri mót um ein sigur, og stríddust uppaftur meira.
So hendi tað, at brotspark varð dømt til B 36, tí fuglfirðingar skuldu hava skumpað Pingel um koll inni í brotsteignum.
Hesum mótmæltu okkara spælarar, men tað hjálpti einki, og B 36 skoraði sítt fyrsta mál, so varð javnleikur 1-1.
Javnleikurin var til bert ein minuttur var eftir av dystinum, tá tað eydnaðist B 36 at fáa sítt næsta mál, og vunnu sostatt dystin við úrslitinum 2-1.
Um okkara ÍF lið skal sigast, at tað stríddist væl í dag og legði nógv fyri at fáa eitt gott úrslit. Verjuspælið riggaði væl í dag, verjan spældi skilagott og var ótroyttilig.
Miðvøllurin og álopið spældu somuleiðis skilagott.
Uros er spælarin, ið eitt mótstøðulið altíð hevur ampað av, tí hann hevur nakrar serligar dygdir.
Ein ungur spælari, ið gjørdi rættiliga vart við seg í dag, var Pól Jákup Lundsbjerg, ið megnaði ferð eftir ferð at steðga B 36 álopunum. Eisini hann hevði eitt brandskot upp á B 36 málið, ið málmaðurin hjá B 36 mátti lata fara til hornaspark.
Verður tikið samanum, so var B36 tað betra liði, men okkara lið vísti so sanniliga sínar dygdir við sínum vilja, ágrýtni og skilagóðum spæli, sum kann styrkjast uppaftur meira til komandi kappingarár.

Signar á Brúnni hevur skrivað