Måned: oktober 2020

Aðalfundur og nýggj ungdómsnevnd

Mikukvøldið 30. september var aðalfundur í nýggja ítróttarhúsinum í Fuglafirði. Á skránni var, útyvir val av fundarstjóra og fundarskrivara, formansfrágreiðing, val av starvsnevnd, val av ungdómsnevnd og ymiskt.

Sitandi starvsnevnd er Georges Rouah, Leif André Eliasen, Magnus Jørmundsson, Jóhan S. Ellingsgaard, Katrin Madsen og Karl Leiti. Av hesum boðaðu Magnus og Katrin frá, at tey ikki halda fram í nevndini, í meðan hini fýra halda fram. Av tí at eingin annar stillaði upp til at loysa Magnus og Katrin av, samtykti aðalfundurin at kallað verður inn til eykaaðalfund, tá sitandi nevnd metir grundarlag verða fyri hesum.
Ungdómsnevndin hevur bert verið mannað av tveimum kvinnum seinasta árið. Palma Tausen og Hildigarð Eliasen hava mannað hana, og hava tær veruliga fingið seg royndar í hesum løgna árið. Hildigarð boðaði frá, at hon ikki stillaði upp til nevnd, men bleiv skotin upp at halda fram sum tiltakslimur, og hesum játtaði hon. Síðan blivu Sigga Óladóttir á Grønutúgvu og Mary-Ann Zachariassen skotnar upp, og báðar tóku við valinum. Mary-Ann fekk ikki verið við á fundinum, av tí hon var og spældi dyst í Betri kvinnunum.
Í hesum javnstøðu tíðum vildi ungdómsnevndin ikki standa aftanfyri, og bjóðaðu bæði Jonn S. Thomsen og Magnus Jørmundsson seg fram til ungdómsnevndina, og aðalfundurin valdi báðar inn. Sostatt er talan um eina nevnd við fimm fólkum, umframt at vit eisini hava ein tiltakslim. Aðalfundurin játtaði, at nevndin skipaði seg sjálva, tá tað lá fyri hjá øllum at hittast.
Í gjárkvøldið, 5. oktober, skipaði nevndin seg við Jonn S. Thomsen sum formanni, Magnus Jørmundsson sum peningarøkli, Palma Tausen skrivari og Sigga Ó. á Grønutúgvu og Mary- Ann Zachariassen sum nevndarlimum. Hildigarð Eliasen verður sum áður nevnt tiltakslimur.