Måned: november 2020

Fyrstu tilgongdirnar komnar


Fyrstu tilgongdirnar komnar
Nú eru tvær vikur gingnar, síðan hetta heldur løgna kappingarár endaði fyri okkara viðkomandi. Hóast hetta, so verður arbeitt dúgliga handan leiktjøldini. At manna okkara fremsa manslið til komandi ár er sjálvsagt ein uppgáva, sum vit taka í størsta álvara. Í dag kunnu vit almannakunngera, at vit fáa tilgongd av tveimum leikarum. Leikararnir, ið koma til okkum, eru báðir leikarar á verjukendum plássum. Felags fyri teir báðar er, at teir kunnu røkja ymisk pláss, og felags fyri teir báðar er, at teir eru royndir menn, hóast hvørgin teirra er eldri enn 25 ár.
Steinbjørn Olsen er 24 ára gamal, og spælir fyri tað mesta sum verjukendu miðvallari ella miðverji. Steinbjørn hevur síðan 2017 verið fastur fúsur í hópinum hjá fremsta liðnum hjá KÍ, sum eisini er einasta felag hann hevur umboðað. Hann er skrásettur fyri tilsamans 56 dystir í fremstu deildini, 128 í næstfremstu umframt 6 dystir í evropeiskum kappingum. Steinbjørn er ein stórur og sterkur leikari, hvørs styrkir liggja í verjukenda spælinum, umframt at hann roynist væl tá spælið skal byggjast upp.
Hin leikarin, sum kemur til okkum, kemur somuleiðis úr bláa barndómsfelagnum í Klaksvík. Hóast Ólavur Niclassen er tvey ár yngri enn Steinbjørn, so hevur hann spælt 7 fleiri dystir í fremstu mansdeildini fyri KÍ. Afturat teimum 63 dystunum í fremstu deildini kunnu 60 dystir í næstfremstu deildini og 7 evropeiskir dystir leggjast afturat royndunum hjá Ólavur. Seinastu fýra árini hevur hann eisini leikt 13 dystir fyri okkara U21 landslið, har tann seinasti bleiv 1-0 sigurin á Montenegro á Svangaskarði í oktober. Ólavur spælir fyri tað mesta í verjuni, har hann bæði kann røkja miðverju plássið, umframt at hann eisini røkrir vongverjaplássið í vinstru, har serliga hansara neyva vinstrabein kemur til sín rætt.
Vit vilja við hesum bjóða Steinbjørn og Ólavur hjartaliga vælkomnan til ÍF og Fuglafjarðar. Vit gleða okkum longu til komandi kappingarár.
Koyr á, ÍF!
⚽️⚽️⚽️

Møttust á Muntra

Vælmannaða ungdómsnevndin hjá ÍF hevði bjóðað øllum ungdómsvenjarum felagsins til ein betri bita á Muntra. Formaðurin í ungdómsnevndini, Jonn Thomsen, bjóðaði vælkomin, navnkendi alla nevndina og gav síðani orðið víðari til høvuðsungdómsvenjarin, Jóan Paula Jacobsen, sum takkaði fyri árið, hugleiddi um undanfarin ár og segði eitt sindur um, hvat hann sá í glaskúluni fyri komandi ár.

Ein spurnarkapping um søgu felagsins og harafturat nútíðina hóskaði væl til høvið, og drógu tey eldru tað longra stráið, men tey yngru smæddist ikki burtur, tí bert eitt rætt svar var á muni.

Saman við høvuðsungdómsvenjaranum fer ungdómsnevndin nú at seta venjarar til komandi kappingarár og allar hendur, sum vilja hjálpa til, eru kærkomnar. Stríðast saman fyri sigrinum!

Jákup N. Olsen úttikin til U-21 landsliðið

Jákup N. Olsen er úttikin til U-21 landsliðið. Hósdagin 12. november spælir Føroyar í móti Spania í Marbella í Spania, síðani gongur leiðin til Kasakstan, tann dysturin verður týsdagin 17. november. Hetta eru samstundis seinastu dystirnir í undankappingini til EM 2021. Hjartaliga til lukku við úttøkuni Jákup og góða eydnu 🔴⚪️

Dystarfrásøgn ÍF – AB

Endiliga vann ÍF aftur.

Langt er ímillum sigrarnar hjá ÍF liðnum. Seinasti sigurin var í juli mánaði, tá liðið lá ájavnt við Víking í stigum.
Í dag høvdu fuglfirðingar vónir um ein sigur, tí liðið hevði heimadyst, og liðið teir spældu ímóti liggur niðalaga á stigatalvuni.
Tó skal sigast, at ÍF hevur ongantíð havt lættar dystir móti AB, aloftast javnar dystir.
AB byrjaði betur og liðið hevði yvirvág í spæli, men at fáa bóltin í málið hjá fuglfirðingum, eydnaðist teimum ikki.
Ta einu ferðina høvdu teir eitt brandskot í vinstra stólpa, ið sprakk út aftur í spæl.
AB ararnir fingu nógv hornaspørk, men einki bar til. Málmaðurin í ÍF málinum royndist, sum altíð, væl.
Fyrri hálvleikur endaði málleysur.
Seinni hálvleikur var øðrvísi, tí meira futtur var í fuglfirðingum, og teir tóku alsamt meira yvir. Fleiri skilagóðar atsóknir vórðu gjørdar móti AB málinum, sum í 66.minutti gav úrslit. Og sum ikki einaferð var tað Uros Stojanov, ið megnaði við einum dundurskoti at seta bóltin í málið til støðuna 1-0.
AB hevði fleiri góð álop, men bóltin fingu teir ikki í málið, so dysturin endaði við sigri til ÍF, sum nú hevur fingið 26 stig í ár, móti teimum 6 í fjør.
ÍF liðið framdi nakrar útskiftingar, og ungir menn komu inn á liðið.
Ein teirra var Bjarti Højbro, sum eftir bert fáum minuttum sýndi góð evnir. Hann var kvikur, djarvur og skilagóður í sínum spæli, skuldi bert komið inn nakað fyrr.
Næsti dystur verður móti Víkingi í Gøtu. Fuglfirðingar spæla aloftast góðar dystir í Gøtu. Seinast teir spældu har, vunnu teir 2-1 , og tá ið Víkingur seinni spældu í Fuglafirði, vann Víkingur 2-1 á ÍF. Hetta verður seinasti landskappingardystur á hesum sinni.
Har hittast vit aftur og stuðla okkara liði av fullum huga.

Signar á Brúnni hevur skrivað