Dystarfrásøgn ÍF – AB

Endiliga vann ÍF aftur.

Langt er ímillum sigrarnar hjá ÍF liðnum. Seinasti sigurin var í juli mánaði, tá liðið lá ájavnt við Víking í stigum.
Í dag høvdu fuglfirðingar vónir um ein sigur, tí liðið hevði heimadyst, og liðið teir spældu ímóti liggur niðalaga á stigatalvuni.
Tó skal sigast, at ÍF hevur ongantíð havt lættar dystir móti AB, aloftast javnar dystir.
AB byrjaði betur og liðið hevði yvirvág í spæli, men at fáa bóltin í málið hjá fuglfirðingum, eydnaðist teimum ikki.
Ta einu ferðina høvdu teir eitt brandskot í vinstra stólpa, ið sprakk út aftur í spæl.
AB ararnir fingu nógv hornaspørk, men einki bar til. Málmaðurin í ÍF málinum royndist, sum altíð, væl.
Fyrri hálvleikur endaði málleysur.
Seinni hálvleikur var øðrvísi, tí meira futtur var í fuglfirðingum, og teir tóku alsamt meira yvir. Fleiri skilagóðar atsóknir vórðu gjørdar móti AB málinum, sum í 66.minutti gav úrslit. Og sum ikki einaferð var tað Uros Stojanov, ið megnaði við einum dundurskoti at seta bóltin í málið til støðuna 1-0.
AB hevði fleiri góð álop, men bóltin fingu teir ikki í málið, so dysturin endaði við sigri til ÍF, sum nú hevur fingið 26 stig í ár, móti teimum 6 í fjør.
ÍF liðið framdi nakrar útskiftingar, og ungir menn komu inn á liðið.
Ein teirra var Bjarti Højbro, sum eftir bert fáum minuttum sýndi góð evnir. Hann var kvikur, djarvur og skilagóður í sínum spæli, skuldi bert komið inn nakað fyrr.
Næsti dystur verður móti Víkingi í Gøtu. Fuglfirðingar spæla aloftast góðar dystir í Gøtu. Seinast teir spældu har, vunnu teir 2-1 , og tá ið Víkingur seinni spældu í Fuglafirði, vann Víkingur 2-1 á ÍF. Hetta verður seinasti landskappingardystur á hesum sinni.
Har hittast vit aftur og stuðla okkara liði av fullum huga.

Signar á Brúnni hevur skrivað