Fyrstu tilgongdirnar komnar


Fyrstu tilgongdirnar komnar
Nú eru tvær vikur gingnar, síðan hetta heldur løgna kappingarár endaði fyri okkara viðkomandi. Hóast hetta, so verður arbeitt dúgliga handan leiktjøldini. At manna okkara fremsa manslið til komandi ár er sjálvsagt ein uppgáva, sum vit taka í størsta álvara. Í dag kunnu vit almannakunngera, at vit fáa tilgongd av tveimum leikarum. Leikararnir, ið koma til okkum, eru báðir leikarar á verjukendum plássum. Felags fyri teir báðar er, at teir kunnu røkja ymisk pláss, og felags fyri teir báðar er, at teir eru royndir menn, hóast hvørgin teirra er eldri enn 25 ár.
Steinbjørn Olsen er 24 ára gamal, og spælir fyri tað mesta sum verjukendu miðvallari ella miðverji. Steinbjørn hevur síðan 2017 verið fastur fúsur í hópinum hjá fremsta liðnum hjá KÍ, sum eisini er einasta felag hann hevur umboðað. Hann er skrásettur fyri tilsamans 56 dystir í fremstu deildini, 128 í næstfremstu umframt 6 dystir í evropeiskum kappingum. Steinbjørn er ein stórur og sterkur leikari, hvørs styrkir liggja í verjukenda spælinum, umframt at hann roynist væl tá spælið skal byggjast upp.
Hin leikarin, sum kemur til okkum, kemur somuleiðis úr bláa barndómsfelagnum í Klaksvík. Hóast Ólavur Niclassen er tvey ár yngri enn Steinbjørn, so hevur hann spælt 7 fleiri dystir í fremstu mansdeildini fyri KÍ. Afturat teimum 63 dystunum í fremstu deildini kunnu 60 dystir í næstfremstu deildini og 7 evropeiskir dystir leggjast afturat royndunum hjá Ólavur. Seinastu fýra árini hevur hann eisini leikt 13 dystir fyri okkara U21 landslið, har tann seinasti bleiv 1-0 sigurin á Montenegro á Svangaskarði í oktober. Ólavur spælir fyri tað mesta í verjuni, har hann bæði kann røkja miðverju plássið, umframt at hann eisini røkrir vongverjaplássið í vinstru, har serliga hansara neyva vinstrabein kemur til sín rætt.
Vit vilja við hesum bjóða Steinbjørn og Ólavur hjartaliga vælkomnan til ÍF og Fuglafjarðar. Vit gleða okkum longu til komandi kappingarár.
Koyr á, ÍF!
⚽️⚽️⚽️