Måned: februar 2021

ÍF havt aðalfund í kvøld

⚪️🔴Fýra nýggir limir í nevndini🔴⚪️

ÍF hevði í kvøld aðalfund í ítróttahúsinum í Fuglafirði. Felagið flutti inn í snotiliga húsið á sumri í fjør, og leikarar, venjarar og øll rundanum hava síðani havt møguleika at notið gott av umstøðunum. Seinni í ár verður ovara hæddin í húsinum í Fløtugerði til reiðar at taka í nýtslu.

Á skránni var millum annað val av tveimum nýggjum nevndarlimum.
Aðalfundurin skeyt upp, at Høgni á Lakjuni og Marta Sólheim Thomsen komu í nevndina, og tey tóku við vali. Høgni og Marta vera ávíkavist peningarøkil og skrivari og avloysa Magnus Jørmundsson og Katrin Madsen, ið felagið ynskir at takka fyri gott samstarv og fyri stórt arbeiði

Fyri at breiðka um herðarnar, sum skulu bera felagið, so vórðu tveir nýggjar tiltakslimir valdir. Talan er um Anniku Christiansen og Hjalta Lundsbjerg. Tey verða løgd afturat Karl Leiti, ið heldur fram sum tiltakslimir.

Tá nevndin skipaði seg gjørdist eisini greitt, at Georges Rouah heldur fram sum formaður, Leif Andre Eliasen heldur fram sum næstformaður og Jóhan Ellingsgaard sum nevndarlimur.

Harvið sær nevndin hjá ÍF soleiðis út nú:

Georges Rouah, formaður
Leif Andre Eliasen, næstformaður
Høgni á Lakjuni, peningarøkil
Marta Sólheim Thomsen, skrivari
Jóhan Ellingsgaard, nevndarlimur

Tiltakslimir:
Annika Ragna Christiansen
Hjalti Lundsbjerg
Karl Leiti

Ungdómsnevndin er eisini fullmannað, og ungdómsnenvdin og starvsnenvdin eru nú til dystin fús til kappingarárið 2021

GG Karl Leiti manglar á myndini!
#KOYRÁÍF

✅ Emil Weihe Joensen til ÍF ✅

Emil er ein ungur fótbólts spælari, sum er uppvaksin í B36.

Hann hevur spælt 8 dystir fyri 1.deildar liði hjá B36, og hevur eisini umboðað Føroyar á u17 landsliðnum 🇫🇴

Sáttmálin er galdandi fyri 2021✅

⚪️🔴Hjartaliga vælkomin til ÍF Emil 🔴⚪️

✅Gundur Ellingsgaard Petersen 2021✅

🔴⚪️⚪️🔴
Í dag hava Gundur og ÍF skrivað ein eitt ára sáttmála.
Gundur kom aftur til ÍF í 2019 eftir nøkur ár í Íslandi, og hevur verið her síðan.
Sostatt verður 2021 triðja árið, at okkara nummar 14 umboðar okkum – sera gleðiligt, tá okkara egnu velja okkum
🔴 ⚪️
Koyr á, ÍF 🔴⚪️