ÍF havt aðalfund í kvøld

⚪️🔴Fýra nýggir limir í nevndini🔴⚪️

ÍF hevði í kvøld aðalfund í ítróttahúsinum í Fuglafirði. Felagið flutti inn í snotiliga húsið á sumri í fjør, og leikarar, venjarar og øll rundanum hava síðani havt møguleika at notið gott av umstøðunum. Seinni í ár verður ovara hæddin í húsinum í Fløtugerði til reiðar at taka í nýtslu.

Á skránni var millum annað val av tveimum nýggjum nevndarlimum.
Aðalfundurin skeyt upp, at Høgni á Lakjuni og Marta Sólheim Thomsen komu í nevndina, og tey tóku við vali. Høgni og Marta vera ávíkavist peningarøkil og skrivari og avloysa Magnus Jørmundsson og Katrin Madsen, ið felagið ynskir at takka fyri gott samstarv og fyri stórt arbeiði

Fyri at breiðka um herðarnar, sum skulu bera felagið, so vórðu tveir nýggjar tiltakslimir valdir. Talan er um Anniku Christiansen og Hjalta Lundsbjerg. Tey verða løgd afturat Karl Leiti, ið heldur fram sum tiltakslimir.

Tá nevndin skipaði seg gjørdist eisini greitt, at Georges Rouah heldur fram sum formaður, Leif Andre Eliasen heldur fram sum næstformaður og Jóhan Ellingsgaard sum nevndarlimur.

Harvið sær nevndin hjá ÍF soleiðis út nú:

Georges Rouah, formaður
Leif Andre Eliasen, næstformaður
Høgni á Lakjuni, peningarøkil
Marta Sólheim Thomsen, skrivari
Jóhan Ellingsgaard, nevndarlimur

Tiltakslimir:
Annika Ragna Christiansen
Hjalti Lundsbjerg
Karl Leiti

Ungdómsnevndin er eisini fullmannað, og ungdómsnenvdin og starvsnenvdin eru nú til dystin fús til kappingarárið 2021

GG Karl Leiti manglar á myndini!
#KOYRÁÍF