Á Hólmanum á Eiði

Fyrsti dysturin í bestu deildini varð spældur á Eiði.

Nógv fólk var til dystin frá báðum síðum, og huglagið var gott á fólki.
Dystirnir millum hesi bæði liðini, hava aloftast verið rættiliga javnir, og tað var eisini væntað hesaferð – og so varð.
Javnt leikaði á, og bæði liðini høvdu fleiri møguleikar at fáa mál, men tað síðsta vantaði í hvørja ferð.
Tá ið 40 minuttir vóru spældir, fekk ÍF fyrsta málið. Tað var Steinbjørn Jacobsen, sum skallaði bóltin inn í málið, har Uros stóð, sum hegnisliga skallaði bóltin í málið. Eitt vakurt mál.
EB/Streymur hevði eisini møguleikar at fáa mál, men at fáa bóltin í meskarnar, megnaðu teir ikki.
Málmaðurin Jákup N. var stinnur í málinum, og hevði mangar góðar bjargingar. Men so einaferð bragdaði tað hjá EB/Streymi at seta bóltin í málið, so støðan gjørdist 1-1.
Ikki fyri at taka nakra frá EB/Streymi, men fuglfirðingar mistóku seg so dyggiliga í verjuni og snøgt sagt “foreraðu” EB/Streymi næsta málið. Slíkt eigur ikki at koma fyri.
Í síðstu løtu fekk EB/Streymur brotsspark, ið endaði langt omanfyri málið
Tá varð frøin á fuglfirðingum stór.
Fuglfirðingar gjørdu nakrar útskiftingar, ið ikki vóru serliga væl gjøgnumhugsaðar. Frægi og skilagóði miðvallarspælarin Sámal, varð tikin út, og samanspælið á miðvøllinum viknaði og gjørdist ongantíð tað sama aftur.
Bæði liðini gjørdu nógv mistøk í hesum fyrsta dystinum, sum ikki er so løgið, tí nógvir nýggir spælarar vóru á vøllinum, ið skulu skúlast og samskipast.
Verður tikið samanum, so kunnu vit siga, at ein javnleikur var eitt rættvíst úrslit.

Signar á Brúnni hevur skrivað