Gundur E. Petersen úttikin til U21 landsliðið

U21 landsliðsvenjararnir, Sámal Erik Hentze og Atli Gregersen, hava sent boð eftir 20-ára gamla Gundur E. Petersen til U21 venjingarlegu í Tórshavn frá 24. til 27. mars. Hetta er ein upptakt til landsdystirnar sum vera leiktir seinni í ár, har landsliðsvenjararnir sleppa at fyrireika seg saman við teimum 23 leikarunum sum eru úttiknir á hesum sinni.

Vit í ÍF gleðast um at Gundur er úttikin og ynskja honum bestu eydnu við venjingarleguni.

https://www.fsf.fo/23-spaelarar-bodsendir-a-venjingarlegu/