Røðan hjá Jóan Paula, høvuðsungdomsvenjari, á 75 ára degum hjá ÍF.

Bjartskygni myndar Ítróttarfelag Fuglafjarðar

Tað er ikki við sørt av stoltleika, at vit í dag, 25. mars 2021, kunnu staðfesta, at bjartskygni myndar Ítróttarfelag Fuglafjarðar.

Í føroyskum fótbóltshøpi er fótbóltsspælið í Fuglafirði elligamalt. Í stórthundrað ár, í 120 ár, hava fuglfirðingar spælt fótbólt, men vit mugu fram til 25. mars 1946, áðrenn felagið verður skipað, sum vit kenna tað í dag.

Hóast eiðismenn vóru fyrr til at stovna fótbóltsfelag, so vóru fuglfirðingar undangongumenn, tá ið teir tóku av avbjóðingini í landsins bestu fótbóltsdeild í 1971. 1970-árini gjørdust eisini glæstriskeiðið hjá felagnum, tá vit hugsa um mannfólkafótbólt. Í 1970 vunnu unglingar steypakappingina, sonevndu Víkingastandmyndina og í 1975 vunnu unglingar FM umframt, at dreingjaliðið stóð seg sera væl. Her mundi grundarlagið liggja undir FM heitinum í bestu deildini í 1979.

Í 1980-árunum komu kvinnurnar av álvara við. ÍF hevði tríggjar kvinnur á fyrsta føroyska landsliðnum í 1986 og 5-ár seinni, í 1991, stóðu tær eisini ovast á trónuni við einum gullheiðursmerki um hálsin.

2013 gjørdist eitt skiftisár. Menninir endaðu 2. árið á rað á 2. plássi. Nøkur ár frammanundan høvdu teir eisini staðið í steypafinaluni, tó uttan at vinna. Kvinnurnar endaðu miðskeiðis í landskappingini, men taptu steypafinaluna. Verri var tað, at kvinnurnar noyddust at leggja saman, fyrst við Víkingi og síðani B68. Menninir hava síðani vent niðri í næstbestu deildini.

Í dag eru kvinnurnar komnar aftur og hava átikið sær stóran leiklut í felagsskapinum. Bæði í starvsnevndini og í ungdómsnevndini eru tær virknar umframt, at lið er meldað til hjá 1. deild kvinnum. Menninir hava fingið eina góða byrjan í landskappingini og trívast væl saman. Vit hava fingið eitt spildurnýtt felagshús, sum limirnir hava tikið væl ímóti.

Í ungdómsdeildini kunnu vit fegnast um, at vit hava meldað lið til í øllum deildum. Vit hava leikarar rundan um øll landsliðini. Vit eru farin ígongd við fótbólt fyri børn undir skúlaaldur. Vit venja meira, vit venja longri hvørja venjing og vit venja mestsum alt árið, eisini innandura. Fremst av øllum kunnu vit tó fegnast um, at ungir fuglfirðingar eru raskir til at spæla fótbólt, ja, so raskir, at bara Víkingur í prosentstigum fær fleiri at spæla fótbólt í Føroyum. Jú, framtíðin hjá fuglfirðingum, tá talan er um fótbóltsspæl er sanniliga bjartskygd! Má ÍF vera lív lagað langt fram í tíðina! Til lukku ÍF á 75-ára degnum og takk fyri!