Røðan sum Petur Simonsen helt á 75 ára degnum hjá ÍF.

Heilsan til ÍF á 75 ára stovningardegnum
1946 – 25. mars – 2021

“Besti mátin at spáa um ella ávirka framtíðina, er at gera sítt til at skapa hana!” Hetta skal Abraham Lincoln, gamli, hava sagt í síni tíð.

Neyvan kendu tey, sum stovnaðu ÍF og seinni fóru undir at byggja fótbóltsvøllin her í Fløtugerði, nakað til hesi orðini. Men kortini var tað júst hesin hugburðurin, sum eyðkendi tey. Tey vistu, at um børn og ung skuldu trívast í bygdini, var neyðugt at skapa hóskandi ítróttaligar karmar. Karmar, har ungdómurin kundi mennast í spæli og venjing og í sunnari kapping við aðrar ungdómar.
Um tey eisini høvdu ein dreym um eitt meistaraheitið einaferð í framtíðini, skal vera ósagt!
**
Men tá Hans Erland í Brekkunum, dómari, floytaði seinasta bríkslið í dystinum millum ÍF og B36, sunnudagin 30. september 1979, gjørdist dreymur til veruleika.
Hetta hendi, tí at tað vóru onnur sum bygdu víðari á tað grund, sum tey, sum gingu undan, løgdu.
So við og við varð lagt aftrat, og tá rætta løtan var har, varð nógv lagt fyri at røkka ultimativa málinum.
Og tað eydnaðist!
Tað, sum tóktist ógjørligt, vísti seg kortini at vera gjørligt!
ÍF bleiv Føroyameistari! Og føroysk fótbóltssøga varð skrivað! – Enntá sjálvt stovningarárið hjá FSF.
At ÍF-kvinnurnar gjørdust meistarar í 1991, er eisini ein sólskinssøga, sum tó ikki verður umrødd beinleiðis í hesum sambandi. Men tað er sjálvsagt og gleðiligt, at tann stjørnan eisini er á 75-ára búmerkisskjøldrinum.
**
Í hesum tíðarskeiðinum, frá tí at byrjað varð at spæla fótbólt á sandinum niðri við Gjógvará tíðliga í farnu øld, til hendan sunnudagin í september í 1979 uppi í Fløtugerði, tá ÌF gerst føroyameistari, liggur ivaleyst ein spennandi og áhugaverd søga. Ein søga, sum eg sjálvur bert havi skava eitt sindur í.
Sjálvsagt fyrst og fremst søgan um vøllin. Men eisini eitt nú søgan um, tá stríputu blá-hvítu troyggjurnar blivu Dannebrog littar – reyðar troyggjur og hvítar brøkur. Ella tá nýggja búmerkið sá dagsins ljós. Um handbóltin, kappróðurin og flogbóltin. Og um Varmakelduna. Um ítróttarhøllina, sum ætlanin var at byggja í 1965, har sum barnagarðurin nú er, men sum bleiv til ÍF-húsið frá 1966. Ella tá vøllurin varð breiðkaður og longdur í 1979. Og so søguna um Fuglafjarðar Bóltfelag, sum varð stovnað í februar 1938. – Ja, har er nokk at taka av.
Men vónandi verður annað høvið seinni, har varpað verður ljós á: “ÍF – í søgu og myndum”.
**
Tað, at ÍF gjørdist føroyameistari, skakaði siðvanda føroyska fótbóltsheimin og var við til at broyta “fótbóltsføroyar”!
Hesi 37 árini, frá 1942-79, har spælt hevði verið um meistaraheitið í fótbólti, vóru tey 15 endaði í Klaksvík, 15 í Havnini, 5 á Tvøroyri og eitt í Sørvági.
Men nú trein Eysturoyggin rættiliga inn á føroyska fótbóltspallin. Tað vísa hagtølini eisini! Tí síðani okkara tíðarrokning, sum onkur skemtandi argar fuglfirðingar við, og til dagin í dag, eru, um vit rokna EB/Streym uppí, nærum ein triðingur av meistaraheitunum endaði í Eysturoynni. – Og til stórt rós fyri grannarnar uttanfyri Varmakeldueiðið, so eiga teir meir enn helmingin av hesum.

Vit – bæði fuglfirðingar, eysturoyingar og allar “fótbóltsføroyar” – kunnu tosa um eina tíð áðrenn og aftaná 1979.
Tey í gáseygum “nýggju” feløgini í Eysturoynni, høvdu seinastu árini miðvíst fyrireika seg til at taka kappingina upp við meira siðvandu feløgini. Vallir vóru bygdir, venjarar settir, og dentur varð lagdur á at menna egnar leikarar.
Sum nevnt, so sást hetta aftur í landskappingini. Men skjótt sást tað eisini aftur í úttøkunum til landsliðini. Knapt helvtin av teimum, sum eru úttiknir til A-landsliðið hjá monnum frá 1988 til 2020, hava slitið sínar barnaskógvar í hesum í gáseygum “nýggju” feløgunum, íroknað B71, VB og feløgini í Vágunum.

Føroyakortið broytist! Og “fótbóltsføroyar” vuksu munandi – til umleið aldamótið!
**
Men hvussu er støðan so í dag? Hvussu sær framtíðin út? Hvørjar eru avbjóðingarnar? Og hvørjir eru møguleikarnir?
Eg havi ikki eitt einfalt svar. Og tað finst neyvan heldur!
Men rákið seinnu árini hevur verið, at tey “stóru” gerast størri. Og at nøkur av teimum “smáu” leggja saman fyri at gerast størri í strembanini eftir at megna kappingina betri!
Málið hjá teimum flestu man framvegis vera at gerast meistari. Í øðrum lagi, at náa einum medalju plássi. Sjálvsagt tí, at heiðurin ella tignin er so grundleggjandi í øllum ítróttarkappingum. Men tað er onki yvir at dylja, at tað, sum fylgir við heiðrinum, telur ikki minni – evropeisku pengarnir!!

Vit kunnu seta okkum spurningin, um hvussu verður kappingini yvir tíð millum feløg, har fyritreytirnar eru so ymiskar? Eitt nú, at eitt felag kanska hevur 4-5 ferðir so nógvar krónur at ráða yvir sum tað, tað kappast við! – Ikki vegna stødd. Kanska heldur ikki vegna betri fíggjarligt skynsemi. Men vegna evropeiskar pengar?

Og er tað fremjandi fyri kappingina, at allir potentiellir landsliðsleikarar í heimligu kappingini savnast í 3-4 feløgum? Eisini teir leikararnir, sum hava slitið sínar barna- og ungdómsskógvar í “smærru” feløgunum?
Hvussu kemur tað yvir tíð at ávirka hugin at menna ungar leikarar? Og kann tað henda, at “fótbóltsføroyar” aftur fara at tódna?

Spurningarnir eru nógvir, og svarini helst enn fleiri og fløktari. Men tað er kortini neyðugt hjá føroyskum fótbólti støðugt at meta um, at seta spurningarnar og at gera status. Eisini til 75 ára haldið hjá ÍF!

Sum av-fuglfirðingur í 30 ár kenni eg ikki gerandisdagin hjá ÍF so væl, hóast fjeppari og ein, sum fylgir rættiliga væl við hvussu gongst tí felagnum, sum liggur hjartanum næst.
Men skal eg gera ein status fyri ÍF, nú felagið rundar tey 75, so er tað mín fatan, at felagið seinnu árini hevur verið meira miðvíst og hevur lagt størri orku í barna- og ungdómsfótbóltin enn onkuntíð fyrr. Eisini á kvinnusíðuni. Hetta er sera umráðandi, og nakað vit øll eiga at fegnast um. Og nú sum fyrr, er tað eitt sera stórt aktiv fyri bygdina – fyri trivnaðin og menningina hjá teimum ungu.
Eisini sær tað út til, at besta liðið hjá monnum aftur er við at stabilisera seg. Í løtuni á einum 2. plássi! Og tað er sera flott!
Harumframt eru umstøðurnar við vøllin frálíkar – ikki minst við nýggja og snotiliga húsinum.
Og tað, at ÍF-leikarar aftur eru at síggja á U-landsliðunum, er sanniliga eitt gott tekin!
**
“Hvat minnist tú best frá fótbóltinum? “ Fekk hendan spurningin fyri tíð síðani.
Tað tók ikki langa tíð at hugsa meg um. Svarið var nøkulunda hetta:
“Sum fuglfirðingur, sum fyrrverandi leikari, venjari og ikki minst sum formaður í ÍF frá 1978-82, stendur meistaraheitið í 1979 sera klárt í minninum.
Tað er so ómetaliga nógv, sum gekk upp í eina hægri eind hetta árið. Ella kanska rættari sagt hesi árini!
Samanumtikið kunnu vit siga, at røttu persónarnir vóru á rætta staðnum til røttu tíðina. Her hugsi eg m.a. um leikarar, venjara og leiðslu. Men ikki minst hugsi eg um allar eldsálirnar, sum høvdu slóða fyri. Og um alla bygdina – einstaklingar, myndugleikar, fyritøkur og vinnulív – sum stóðu saman um felagið.
Tá upplivdi eg tað sum at leiðreglan hjá allari bygdini var hendan: “Spyr ikki um hvat (landið) ÍF kann gera fyri teg, men hvat tú kanst gera fyri (landið) ÍF.”
Her var eitt samanhald og ein vilji til at hjálpa og stuðla, sum eg unni øllum tykkum at uppliva, sum standa við endaligu ábyrgdini av felagnum!
Við slíkari undirtøku eri eg ikki bangin fyri næstu 75 árunum hjá ÍF – við ella uttan evropeiskar pengar!

At enda: tað er vert at festa seg við, at orðini, vit byrjaðu við, framvegis eru líka sonn sum fyri 75 árum síðani – tey eru at: “Besti mátin at (spáa um ella) ávirka framtíðina, er at gera sítt til at skapa hana!”

Hjartaliga, hjartaliga til lukku við stóra degnum og blíðan byr!