Komandi sunnudag, 25. apríl er aftur heimadystur í Betri-deildini hjá monnum. Tá kemur toppliðið KÍ á vitjan í Fløtugerði.
Til hendan dystin fara ÍF-leikararnir at leika í serligum heiðursblusum, sum eru gjørdar til 75-ára stovningardagin hjá felagnum.
Serligu heiðursblusurnar verða seldar á uppboði í næstum, og tá hava øll viðhaldshaldsfólk og stuðlar felagsins møguleika at ogna sær hana.
Íblásturin til serligu heiðursblusurnar er fingin frá blusunum, sum 79-liðið hevði í tiltikna FM-árinum.
Meira kunning um uppboðssøluna kemur seinni.