Måned: maj 2021

Enn ein sigur til kvinnurnar

Kristi himmalferðadag kl. 14.00 tók NSÍ ímóti ÍF kvinnunum í Runavík. Veðrið var gott – sirm og stilt.

ÍF kvinnurnar løgdu væl út.

Bólturin var fyri tað mesta á NSÍ hálvuni, men ikki fyrr enn í 26. minutti ednaðist tað at seta bóltin í netið, Mary-Ann kom fram í vinstru síðu skeyt innfyri, og Nikolina setti bóltin í netið. Knapt 10. minuttir aftaná kom Jenny fram í høgru síðu, legði bóltin innfyri til Nikolinu, sum leysasparkaði bóltin við vinstrabeini í netið.

Hálvleikstøðan 2 – 0.

Seinna hálvleik høvdu ÍF kvinnurnar aftur yvirvág.

Tað eydnaðist Kristinu at seta bóltin í málið til 3 – 0, og síðan skoraði Mary-Ann til 4 – 0, sum eisini gjørdist tað endaliga úrslitið.

NSÍ kvinnurnar høvdu okkurt álop, men miðjan og verjan stóðu seg væl og fingu aloftast “ruddað” bóltin vekk. Anna, sum var nýggj í málinum til henda dystin, stóð eisini trygg, tá bólturin nærkaðist málinum. Alt í alt ein góður innsatsur frá okkara leikarum. Við hesum seinasta sigrinum hava vit vunnið okkum upp á triðja plássi í deildini og hyggja vit einans uppeftir.

2. Hvítusunnudag taka vit ímóti HB á Fløtugerði kl. 18.00. Talan er um oddabrak ímillum ávíkavist nr. 2 og nr. 3.

– Áshild

ÍF fjeppara kvøld í Patricks

ÍF fjeppara kvøld í Patricks

Leygarkvøldið 15. mei 2021

Kl. 18.00 Vit grillað pylsur og burgarar – 20 kr.

Kl. 19.00 Syngið við – við Njal

Kl. 21.00 Pub Qvizz – tvey tey fyrstu umførini eru við søguligum ÍF spurningum burturav.

Kl. 23.00 Uppboðssøla av útvaldum 75 ára spæliblusum hjá Betri monnum

  • 21 Tóri
  • 9 Filip
  • 14 Gundur
  • 7 Bogi
  • 17 Sámal
  • 6 Karl
  • 18 Pól Jákup
  • 3 Jan Ó
  • 13 Jákup N.
  • 8 Uros

Kl. 24.00 Signar í Homrum undirheldur

Møtið fjølment – og gjarna í ÍF klæðum.

ÍF 1. deild og B36 Betri deildin kvinnur

ÍF 1. deild og B36 Betri deildin kvinnur leiktu sunnudagin kl. 14.00 1. umfar í steypakappingini í Fuglafirði.

Veðrið var gott – eitt lítið lot og kalt, hóast sólin hevði hug at koma fram.

Bólturin var fyri tað mesta á ÍF hálvuni, tó so tær fingu onkran bólt fram, men tað spurdist einki burturúr. Silva royndi at fáa tær at verða á B36 hálvuni, men tað gekk ikki so væl.

Teir fyrstu uml. 25 minuttirnar kláraðu ÍF kvinnurnar at halda málið reint. B36 vóru vandamiklar í álopinum og fingu eisini nøkur horna. Í 28. minutti fekk B36 brotsspark, linjuverjin vinkaði og dómarin dømdi síðani brotsspark. Silva var sera misnøgdur við dømingina. Longu tveir minuttir aftaná skoraði B36 aftur, ÍF verjan fekk bóltin út frá, men ein B36 spælari fekk bóltin, og setti hann í málið.

Fimm minuttir áðrenn hálvleik fekk B36 eitt langskot, sum endaði í málinum. Tað var ikki nógv at gera hjá Olgu, sum annars stóð seg væl.

ÍF kvinnurnar stríddust og stóðu væl saman, men tær fingu ikki gjørt nógv mót B36 kvinnunum.

Hálvleiksstøðan var 0 – 3.

Seinni hálvleikur varð eisini mest spældur á ÍF hálvuni.

Fjórða málið kom tíðliga í øðrum hálvleiki. Dómarin og linjuverjin vóru ikki heilt samdir, tí ivasamt var um B36 leikari hevði verið ov tætt málmanninum, men dómarin dømdi mál.

Fimta málið varð skallað í netið aftan á eitt innlegg.

Í 60. minutti høvdu bæði liðini onkrar útskiftingar.

Tríggjar minuttir aftaná var aftur mál, bólturin kom á tvørstongina, fór aftur í spælið, men endaði so í netinum 0 – 6.

Tá 15 minuttir vóru eftir av dystinum, fekk B36 aftur straffið, sum tær settu trygt í netið.

ÍF kvinnurnar stríddust til tað síðsta og fingu eisini eitt álop móti endaðu, men tíverri endaði tað við, at B36 fekk eitt skjótálop, sum endaði við einum máli.

Dysturin endaði 0 – 8, men ÍF kvinnurnar fingu góða venjing, og nú síggja vit bara fram til dystin móti NSÍ Kristi himmalfarðardag.

Áshild

 

 

 

Kvinnurnar vunnu á AB/B71

AB/B71  – ÍF 1. deild kvinnur

Sunnudagin kl. 18.00 tók AB/B71 ímóti ÍF kvinnunum á Argjum.

Veðrið var gott – kalt og eitt lítið lot. ÍF hevði undanvind fyrra hálvleik, og hetta gjørdi tað kanska lættari hjá teimum at spæla, men førdi eisini við sær, at nógvir bóltar vórðu sendir fram til fánýtis.

ÍF átti størsta partin av spælinum í fyrru hálvu og var hálvleiksstøðan 2 – 0 til ÍF. Mary-Ann skeyt fyrra málið útifrá, og Nikolina skeyt tað seinna í eini vending, tá hon hevði eitt lítið andarhol í álopinum.

Aldursmunurin á liðnum er stórur. Tað er stuttligt at síggja, hvussu væl allar eru við, og hvussu tær ungu als ikki smæðast burtur. Margreta, Karin, Mirjam og Marjun stóðu seg væl í verjuni, sum varð skipað av Sigrid. Miðjan (Mary-Ann, Anna Maria og Glæma) gjørdi eisini eitt megnar arbeið, tær tordu og dugdu at byggja spælið upp. Jenny, Kristina og Heidi fingu ofta runnið fram í síðunum við bóltinum, men var tað eitt sindur trupult at fáa góð innlegg. Sum áður nevnt miseydnaðust tað ofta, tá veingirnir fingu rennibóltar. Nikolina spældi í álopinum, men eins og veingirnir varð hon væl vard av AB/B71 verjuni, og fekk tí ikki nógv skot upp á mál. Yngsti spælari á liðnum, Nicola, kom inn í álopið beint áðrenn hálvleik, og var hon ein brandur hóast sín unga aldur.

Fyrru helvt av seinna hálvleiki var bólturin meginpartin av tíðini á ÍF hálvuni og leikaði ofta hart á framman fyri málinum. ÍF verjan saman við málmanninum (Olgu) stríddist manniliga, men tað endaði tó við, at AB/B71 fekk bóltin í netið við einum skoti útifrá.

AB/B71 fingu nú luft undir veingirnar og høvdu fleiri góð skot upp á mál, har tær raktu bæði stengurnar og tvørstongina. Tað var øðiligur spenningur eina løtu, har tað kundi fara báðar vegir. Okkara fótaðu sær aftur og fingu ein langan bólt fram. Jenny skeyt móti málinum, bólturin sprakk útaftur og Mary-Ann fekk sett hann í netið.

Annika kom inn í álopið móti endanum. Hon fekk ein góðan bólt innfyri, og mundi tað eydnast henni at fingið bóltin í málið.

Endaliga støðan gjørdist 1 – 3 og ÍF kvinnurnar fingu trý stig heimaftur við sær til Fuglafjarðar.

Dystarfrásøgnina hevur Áshild skrivað.