Kvinnurnar vunnu á AB/B71

AB/B71  – ÍF 1. deild kvinnur

Sunnudagin kl. 18.00 tók AB/B71 ímóti ÍF kvinnunum á Argjum.

Veðrið var gott – kalt og eitt lítið lot. ÍF hevði undanvind fyrra hálvleik, og hetta gjørdi tað kanska lættari hjá teimum at spæla, men førdi eisini við sær, at nógvir bóltar vórðu sendir fram til fánýtis.

ÍF átti størsta partin av spælinum í fyrru hálvu og var hálvleiksstøðan 2 – 0 til ÍF. Mary-Ann skeyt fyrra málið útifrá, og Nikolina skeyt tað seinna í eini vending, tá hon hevði eitt lítið andarhol í álopinum.

Aldursmunurin á liðnum er stórur. Tað er stuttligt at síggja, hvussu væl allar eru við, og hvussu tær ungu als ikki smæðast burtur. Margreta, Karin, Mirjam og Marjun stóðu seg væl í verjuni, sum varð skipað av Sigrid. Miðjan (Mary-Ann, Anna Maria og Glæma) gjørdi eisini eitt megnar arbeið, tær tordu og dugdu at byggja spælið upp. Jenny, Kristina og Heidi fingu ofta runnið fram í síðunum við bóltinum, men var tað eitt sindur trupult at fáa góð innlegg. Sum áður nevnt miseydnaðust tað ofta, tá veingirnir fingu rennibóltar. Nikolina spældi í álopinum, men eins og veingirnir varð hon væl vard av AB/B71 verjuni, og fekk tí ikki nógv skot upp á mál. Yngsti spælari á liðnum, Nicola, kom inn í álopið beint áðrenn hálvleik, og var hon ein brandur hóast sín unga aldur.

Fyrru helvt av seinna hálvleiki var bólturin meginpartin av tíðini á ÍF hálvuni og leikaði ofta hart á framman fyri málinum. ÍF verjan saman við málmanninum (Olgu) stríddist manniliga, men tað endaði tó við, at AB/B71 fekk bóltin í netið við einum skoti útifrá.

AB/B71 fingu nú luft undir veingirnar og høvdu fleiri góð skot upp á mál, har tær raktu bæði stengurnar og tvørstongina. Tað var øðiligur spenningur eina løtu, har tað kundi fara báðar vegir. Okkara fótaðu sær aftur og fingu ein langan bólt fram. Jenny skeyt móti málinum, bólturin sprakk útaftur og Mary-Ann fekk sett hann í netið.

Annika kom inn í álopið móti endanum. Hon fekk ein góðan bólt innfyri, og mundi tað eydnast henni at fingið bóltin í málið.

Endaliga støðan gjørdist 1 – 3 og ÍF kvinnurnar fingu trý stig heimaftur við sær til Fuglafjarðar.

Dystarfrásøgnina hevur Áshild skrivað.