ÍF 1. deild og B36 Betri deildin kvinnur

ÍF 1. deild og B36 Betri deildin kvinnur leiktu sunnudagin kl. 14.00 1. umfar í steypakappingini í Fuglafirði.

Veðrið var gott – eitt lítið lot og kalt, hóast sólin hevði hug at koma fram.

Bólturin var fyri tað mesta á ÍF hálvuni, tó so tær fingu onkran bólt fram, men tað spurdist einki burturúr. Silva royndi at fáa tær at verða á B36 hálvuni, men tað gekk ikki so væl.

Teir fyrstu uml. 25 minuttirnar kláraðu ÍF kvinnurnar at halda málið reint. B36 vóru vandamiklar í álopinum og fingu eisini nøkur horna. Í 28. minutti fekk B36 brotsspark, linjuverjin vinkaði og dómarin dømdi síðani brotsspark. Silva var sera misnøgdur við dømingina. Longu tveir minuttir aftaná skoraði B36 aftur, ÍF verjan fekk bóltin út frá, men ein B36 spælari fekk bóltin, og setti hann í málið.

Fimm minuttir áðrenn hálvleik fekk B36 eitt langskot, sum endaði í málinum. Tað var ikki nógv at gera hjá Olgu, sum annars stóð seg væl.

ÍF kvinnurnar stríddust og stóðu væl saman, men tær fingu ikki gjørt nógv mót B36 kvinnunum.

Hálvleiksstøðan var 0 – 3.

Seinni hálvleikur varð eisini mest spældur á ÍF hálvuni.

Fjórða málið kom tíðliga í øðrum hálvleiki. Dómarin og linjuverjin vóru ikki heilt samdir, tí ivasamt var um B36 leikari hevði verið ov tætt málmanninum, men dómarin dømdi mál.

Fimta málið varð skallað í netið aftan á eitt innlegg.

Í 60. minutti høvdu bæði liðini onkrar útskiftingar.

Tríggjar minuttir aftaná var aftur mál, bólturin kom á tvørstongina, fór aftur í spælið, men endaði so í netinum 0 – 6.

Tá 15 minuttir vóru eftir av dystinum, fekk B36 aftur straffið, sum tær settu trygt í netið.

ÍF kvinnurnar stríddust til tað síðsta og fingu eisini eitt álop móti endaðu, men tíverri endaði tað við, at B36 fekk eitt skjótálop, sum endaði við einum máli.

Dysturin endaði 0 – 8, men ÍF kvinnurnar fingu góða venjing, og nú síggja vit bara fram til dystin móti NSÍ Kristi himmalfarðardag.

Áshild