Dreingir U17 vunnu í upp- og niðurflytingardystinum á Eiði í dag.

Dreingir U17 hjá okkum hava verið á Eiði í dag og leikt upp- og niðurflytingardystinum í móti 07 Vestur.
Vit vunnu dystin 7-0. Markus á Lakjuni skoraði 3 mál, Rúnar Johnsson 2 mál, meðan Jákup í Lambanum og Jóhann Højbro skoraðu hvør sítt. Við hesum sigri fluttu teir upp ï A-bólkin.
Hjartaliga til lukku 🔴⚪️