Kristi himmalferðadag kl. 14.00 tók NSÍ ímóti ÍF kvinnunum í Runavík. Veðrið var gott – sirm og stilt.
ÍF kvinnurnar løgdu væl út.
Bólturin var fyri tað mesta á NSÍ hálvuni, men ikki fyrr enn í 26. minutti ednaðist tað at seta bóltin í netið, Mary-Ann kom fram í vinstru síðu skeyt innfyri, og Nikolina setti bóltin í netið. Knapt 10. minuttir aftaná kom Jenny fram í høgru síðu, legði bóltin innfyri til Nikolinu, sum leysasparkaði bóltin við vinstrabeini í netið.
Hálvleikstøðan 2 – 0.
Seinna hálvleik høvdu ÍF kvinnurnar aftur yvirvág.
Tað eydnaðist Kristinu at seta bóltin í málið til 3 – 0, og síðan skoraði Mary-Ann til 4 – 0, sum eisini gjørdist tað endaliga úrslitið.
NSÍ kvinnurnar høvdu okkurt álop, men miðjan og verjan stóðu seg væl og fingu aloftast “ruddað” bóltin vekk. Anna, sum var nýggj í málinum til henda dystin, stóð eisini trygg, tá bólturin nærkaðist málinum. Alt í alt ein góður innsatsur frá okkara leikarum. Við hesum seinasta sigrinum hava vit vunnið okkum upp á triðja plássi í deildini og hyggja vit einans uppeftir.
2. Hvítusunnudag taka vit ímóti HB á Fløtugerði kl. 18.00. Talan er um oddabrak ímillum ávíkavist nr. 2 og nr. 3.
– Áshild