Kvinnurnar hava nú fingið summarfrí

ÍF – Víkingur kvinnur

Mikukvøldið 16. juni tóku ÍF kvinnurnar ímóti Víkingi í Fuglafirði. 

Tað var vindur og oysandi regn fyrra hálvleik, men batnaði veðrið seinna hálvleik.

Bert tað eina málið kom í dystinum, tað var tá Kristina skoraði beinleiðis uppá fríspark. Hetta var tíðliga í fyrra hálvleiki.

Hóast Víkingur hevði fleiri málmøguleikar, eydnaðist tað ikki at fáa bóltin í netið. ÍF hevði ikki teir stóru málmøguleikarnar, men tær áttu stóran part av spælinum. 

Tað er stuttligt at síggja, hvussu væl tær stuðla hvørji aðrari, hóast aldursmunurin er so stórur.

KÍ – ÍF kvinnur

Var veðrið vánaligt ímóti Víkingi, so var øðrvísi í Klaksvík – sólin skein og tað var lýtt.

KÍ kvinnurnar løgdu væl út, høvdu fleiri málmøguleikar og skoraðu longu í 12. minutti.

ÍF kvinnurnar funnu ikki stevið beinanvegin, men tá 15 minuttir vóru farnir sendi Sigrid ein bólt uppum KÍ verjuna, Jenny Reinert rann fram í høgru síðu, rak inn ímóti málinum, og setti bóltin í netið.

Aftaná hetta varð dysturin meira javnur við málmøguleikum til báðar partar. Tað eydnaðist tó KÍ aftur at skora í 38. minutti.

Sostatt var hálvleikstøðan 2 – 1 til KÍ.

Seinna hálvleik høvdu ÍF kvinnurnar yvirvág, og sást hetta kanska best, við at orkan hjá KÍ byrjaði at ganga undan.

Leikt varð mest á KÍ hálvuni og eydnaðist tað Kristinu at javna uppá eitt hornaspark, tá 61 minuttir vóru farnir.

Mary-Ann legði ÍF á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki, og gjørdist endaliga úrslitið 3 – 2 til ÍF.

Annars stóðu ÍF kvinnurnar seg sum heild væl. Verja, miðja og álop gjørdu øll eitt gott arbeiði.

Seinasti dystur áðrenn summarfrítíðina átti at vera leiktur 26. juni, men MB hevur tíverri valt at avlýsa dystin, orsaka av at tær ikki faa mannað lið. So tann dysturin verður vunnin 0-3. Sostatt fara kvinnurnar í summarfrí á einum fyrsta plássi, møguliga á einum deildum fyrsta plássi, eftir allir dystirnir í hesum umfarinum eru spældir.

Áshild