Beint áðrenn flytingargluggin lat aftur fríggjadagin, skrivaði Jens Olsen undir sáttmála við ÍF og verður partur av hópinum restina av kappingarárinum 2026.
Jens er 23 ára gamal og kemur úr B71, har hann hevur spælt higartil í ár. Hann er ein stórur og sterkur miðverji, sum við sínum kropsliga styrki og arbeiðssemi fer at styrkja verjuna hjá ÍF.
Hóast sín unga aldur hevur Jens longu spælt 37 dystir í 1. deild og hevur harvið fingið góðar royndir á høgum stigi.
Vit bjóða Jens hjartaliga vælkomnum til ÍF og ynskja honum bestu eydnu í reyðu troyggjuni!
Kelda og mynd: Faroesoccer