Jákup Andrias Thomsen hevur longt sáttmálan við ÍF við 2 árum. ⚽️

Gøtumaðurin kom til ÍF í seinnu hálvu av 2024 og hevur síðani verið ein fastur og týdningarmikil partur av besta liðnum. Jákup Andrias er vorðin ein profilur í ÍF-hópinum, og hevur við sínum avrikum víst, at hann hevur ein týðandi leiklut á liðnum.

Síðani hann kom til felagið hevur hann leikt 62 dystir og skotið 9 mál fyri besta mansliðið. 💪⚽️

Vit gleða okkum at síggja Jákup Andrias í reyðu ÍF-blusuni komandi árini! 🔴⚪️

Kelda: Faroesoccer

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *