Leygarkvøldið 24. oktober settu vit í felag punktum fyri kappingarárið 2026

Saman við leikarum, venjarum, hjálparfólki, stuðlum og fjepparum fingu vit eina framúrskarandi góða ársveitslu í Mentanarhúsinum.

Tað var rørandi at uppliva góða felagsskapin og stemningin, tá vit stóðu saman um ÍF.

Á skránni vóru røður, undirhald, felagssangur, góður matur og dansur.

Takk til tykkum øll, sum møttu upp, fyri tykkara góða veitslulag og fyri at fáa felagssangin at rungað so væl.

Takk fyri sera góðu undirtøkuna til uppboðssøluna av blusum og til Samson í Lambanum fyri at skipa søluna so væl.

Takk til Birgar, Dagunn og Lunu fyri góðan mat, og takk til hjálparfólkini fyri góða borðreiðing.

Ein serlig tøkk til tykkum, sum hava fyrireikað veitsluna. Tit hava knoklað, og úrslitið talaði fyri seg.

Takk til okkara lokalu tónleikarar, sum settu sín dám á kvøldið og fingu fjøldina í rættan veitsluhýr frá byrjan.

Eingin ÍF-veitsla uttan Bárð á Lakjuni. Takk fyri, at tú enn einaferð gav tær stundir at koma framvið og seta prikkin yvir i’ið, sum tú plagar.

Takk til varaborgarstjóran, Eyðun á Lakjuni, sum vegna Fuglafjarðar kommunu bar okkara kvinnum eina heilsan, nú tær í ár megnaðu at flyta upp í Meistaradeildina.

Takk til okkara egna Atla Petersen fyri at bera okkum so væl ígjøgnum skránna.

Takk til Kim Hansen, Terja Rasmussen og Jens Marna Hansen, sum spældu til framúr góðan dans.

Takk øll somul fyri at enda fótbóltsárið saman við okkum á ein so góðan og hátíðarligan hátt.

Ein serlig tøkk skal eisini ljóða til Rógva Odvørson, sum hevur smíðað orð og lag til nýggja ÍF-sangin, sum kann hoyrast á Youtube. Ein frálíkur sangur!

At enda takka vit øllum venjarum, leikarum, hjálparfólkum, fjepparum, limum í ungdómsnevndini, stuðlum og viðskiftafólki fyri fótbóltsárið 2026.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *