hANDILSTREYTIR

Prísir

Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum ella útgingnum vørum.


Gjalding

Bíløgdu vørurnar gjaldast elektroniskt við Dankorti, ella við bankaflyting. Kortupplýsingarnar verða sendar bronglaðar millum kunda og if.fo. Hvørki if.fo ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á hesum upplýsingum. Persónsupplýsingar (navn, adressa o.s.fr.) verða ikki bronglaðar. Upphæddin verður trekt av kortinum, tá vøran er á veg.


Flutningstreytir

Pakkar verða sendir við Posta. Um vøran skal latast innaftur ella býtast um, so má kundin sjálvur gjalda fraktina ella koma í handilin við vøruni. Tá keypt verður í vikuskiftinum, heilidøgum, frídøgum o.ø. kann útberingin verða ymisk. Í meginøkinum kunnu vit bera vøru út sama dag um bíleggingin er áðrenn kl. 13.00. Pakkar taka annars áleið 1 til 3 dagar at bera út. Eru trupulleikar við útberingini, skalt tú seta teg í samband við okkum á tlf. +298 444636. Ynskir tú at bíleggja vøruna á heimasíðuni, men avheinta hana sjálv(ur), verður hetta valt undir bílegging. Pakkin kann heintast í vanligu upplatingartíðunum hjá handlinum. Hava tygum spurningar ella ivamál, kunnu tygum ringja á tlf. +298 444636 ella umvegis teldupost á if@if.fo.


Iðranarrættur

Iðranarrættur (fortrydelsesret) er galdandi í 12 dagar frá, at kundin hevur móttikið vøruna. Ynskir tú at angra keypið, skalt tú bera vøruna aftur í sama standi, sum hon var keypt. Um kvittan er við í umbýtingini, kann reiður peningur latast aftur. Er ongin kvittan, verður ein tilgóðarseðil latin. Vit bjóða tó at býta vøruna um til aðra vøru innan 30 dagar. Er vøran niðursett, kann man ikki fáa pengarnar aftur. Útsøluvøru kann man IKKI koma aftur við. Vørurnar skulu sendast til:

Ítróttarfelag Fuglarfjarðar
Innandalsvegur 1
530 Fuglafjørður
Føroyar


Vøran kann umbýtast innan 14 dagar eftir levering, um hon er í sama standi, sum tá hon varð keypt, tað vil siga í óupppakkaðum originalum innpakningi. Vøran kann býtast til ein tilgóðarseðil. Tú skalt boða frá skrivliga við teldupost á if@if.fo, um tú ynskir at nýta umbýtingarrættin.


Reklamatión – Skaði ella feilur á vøruni

Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum ein teldupost. Tá feilurin er staðfestur, kann vøran býtast til reiðan pening ella til nýggja vøru. Tú verður eisini biðin um at gera vart við hetta við levering av vøruni. Reklamatiónsrætturin fellur burtur eftir 24 mánaðar. Tú skalt senda okkum ein t-post á if@if.fo og gjølla greiða frá hvør feilurin er, og hví tú ynskir at nýta reklamatiónsrættin. Tá tú sendir vøruna til okkum, verður tú biðin um at pakka hana væl inn. if.fo rindar retur fraktina frá føroyskari adressu, um skaðin er váttaður.


Trúnaður

Upplýsingarnir – navn, bústaður og t-postur – ið tú sendir til okkum verða goymdar í trúnaði. Vit nýta bert tínar upplýsingar til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana. Privatar upplýsingar verða ikki givnar víðari, undantak er tó um hetta er í samband við levering av vøru. Privatar upplýsingar verða ikki seldar til 3 persón.


Cookies

Á if.fo nýta vit ikki cookies.


Bílegging

Tá tú bíleggur á if.fo fært tú sjálvirkandi eina ordraváttan senda við t-post. Hendan ordraváttan er ikki ein juridiskt bindandi avtala millum teg og if.fo. Vit tilskila okkum rætt at strika ordran um villa er við prísinum, ella levering av vøru, ella um vøran er útgingin, og líkandi støður. Tá ið ordrin er endaliga avgreiddur, fært tú ein faktura sendandi við t-post, sum er ein bindandi avtala millum teg og if.fo.


Samband

Ítróttarfelag Fuglarfjarðar
📞 +298 444636
📧 if@if.fo
📍 Innandalsvegur 1, 530 Fuglafjørður, Føroyar