Landsliðsboð eftir tveimum ÍF’arum!
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, sum skal umboða U15-landsliðið í Ungarn síðst í oktobur.
Tveir ÍF’arar eru við.
Kári Zachariassen og Egil Højgaard, sum báðir hava spælt á sama liði síðani teir vóru 6 ára gamlir, eru úttiknir.
Hjartaliga til lukku – og bestu eydnu á landsliðnum!
Koyrið á!!
Dystarskrá:
28. oktobur: Ungarn – Føroyar
30. oktobur: Ungarn – Føroyar