Aftur í kvøld var ljós á skrivstovuni í ovastu hædd í ítróttarhúsinum í Fuglafirði. Hesu ferð var tað tí, at Fritleif hevði pennin frammi og hinumegin borðið sat Jógvan á Lakjuni – yngri, um nakar skuldi ivast.

Jógvan er ein av okkara ungu leikarum, sum hevur fingið spælitíð í 16 av teimum 27 dystunum á 1. deildar liðnum. Harafturat hevur orkuríki og skilagóði miðvallarin verið ein av stuðulsleikarunum á okkara U21 liði, sum jú gjørdi bart og kom heim við føroyarmeistaraheitinum.

Jógvan, sum gjørdist 18 ára gamal í summar, hevur skrivað undir ein 1-ára sáttmála við barndómsfelagið. Vit vilja við hesum ynskja Jógvani hjartaliga tillukku við sáttmálanum. Vit gleða okkum at síggja hann stríðast fyri reyðu blusuni komandi ár

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *