Aftur ljós á kontórinum…

Teir eru okkara egnu, teir eru vinstra beintir, teir hava góðan teknikk, teir vunnu FM í U21 í ár og so eru teir eisini systkinabørn.

Um tú sneytaði niðan í ÍF húsið í kvøld, so hevur tú sikkurt lagt merki til, at har var ljós. Enn einaferð er tað av góðum orsøkum, tí í kvøld hava Aron Kensson og Bergur Jacobsen skrivað undir sáttmála, sum inniber at teir taka eitt ár afturat við ÍF.

Bergur, sum fyri tað mesta er vinstri bakkur fekk spælitíð í 12 dystum á okkara fremsta liðið, umframt at hann var ein av berandi leikarunum á okkara FM vinnandi U21 liði.

Aron, sum fyri tað mesta røkir eitt meir framrættað pláss enn Bergur, hevur tíverri drigist eitt sindur við skaðar í ár, hevur eisini verið partur av okkara besta mansliði, og tá hann hevur verið tøkur hevur hann verið ein drívmegi á U21 liðnum.

Vit ynskja Bergur og Aron tillukku við sáttmálunum og gleða okkum til at síggja teir aftur komandi ár.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *