Enn ein dagur, enn ein longdur sáttmáli. Jákup í Lambanum er framvegis ein av okkara egnu, sum hevur sett sína undirskrift við ÍF.
Verjukendi miðvallarin, sum eisini kann røkja miðverjuplássið, hevur í ár fingið spælitíð í 17 av dystunum í 1. deild hjá monnum, umframt at hann hevur verið millum teir ídnastu á U21 liðnum hjá okkum í ár, har hann tilsamans hevur verið við í 19 av dystunum.
Vit gleðast yvir at Jákup heldur fram, og gleða okkum til síggja hann í reyða búnanum í 2026. Hjartaliga tillukku við sáttmálanum.
Kelda: Faroesoccer