So var aftur ljós á skrivstovuni!
Í meðan nógv helst hvíla seg eftir eitt jólaborðhald í gjárkvøldið, hava vit havt ljós á skrivstovuni í morgun.
Tann fyrri sáttmálin, vit hava skrivað, er okkara triði nýggi leikari í ár. Hannis Matras er 25 ára gamal málverji, sum kemur til okkum úr KÍ. Hannis kennir væl til 1. deild, har hann hevur spælt 69 dystir, umframt at hann hevur verið fastur partur av Betri hópinum hjá KÍ seinastu 3 árini.
Seinni sáttmálin, vit hava skrivað, er við Svein Justinussen. Sveinur, sum er úr Syðrugøtu, er 30 ára gamal og hevur spælt við okkum í ár, har hann hevur verið við í 13 av dystunum á besta liðnum. Sveinur røkir fleiri av teimum framrættaðu plássunum hevur spælt 204 dystir í 1. deild, har eisini hevur skotið 47 mál. Sáttmálin við Sveinur er galdandi fyri kappingaráini 2026 og 2027
Vit ynskja Hannisi hjartaliga vælkomnan til Fuglafjarðar, eins og vit ynskja Sveini hjartaliga tillukku við sáttmálanum. Vit gleða okkum til at síggja tykkum komandi ár.
Kelda: Faroesoccer