Góðu ÍF-fjepparar!

Við hesi heilsan vilja vit ynskja tykkum øllum eitt gott nýggjár við tøkk fyri brátt farna.

Báðar nevndirnar arbeiða við at fyrireika árið 2026. Tað eru nógvir bóltar í luftini í senn, og tað dámar okkum væl. Fyrireikingarnar eru væl áleiðis. Vit ynskja at skapa bestu fortreytir fyri, at børn, ung, vaksin og gomul mennast, trívast og hava tað gott í ÍF. Tað er okkara hjartamál fyri 2026.

Tað er stuttligt og gevandi at arbeiða í nevnd, tá samanhaldið er gott, arbeiðsinnsatsurin er góður og tá uppbakningurin uttanifrá er stórur.

Takk øll tit, sum veittu hjálpandi hendur í 2025. Takk til fjepparar, hjálparfólk, stuðlar, dómarar, FSF, o.o. fyri árið 2025.

Vit gleða okkum til kappingarárið 2026.

GOTT NÝGGJÁR!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *