Í kvøld var Fríði Reinert-Petersen, næstformaður, øðrumegin borðsendan, og hinumegin sótu tveir av okkara egnu, framrættaðu leikarum.

21 ára gamli Rúnar Cederius Johnsson hevur síðan 2020 víst máltev á bæði okkara U21 liði og okkara 2. deildarliðið. Í ár megnaði hann so at flyta málskjótingina á okkara fremsta lið, har hann í 27 dystum skeyt 14 mál í 1. deild. Hann var harafturat ein av málslúkunum á okkara FM vinnandi U21 liði, tí um vit kanna nærri, so síggja vit, at hann hevur skotið ikki færri enn 38 mál fyri tað liðið í 2025.

Tá sáttmálin við Rúnar var avgreiddur, trein triðji lakjumaðurin í ár inn, og setti sítt navn á ein sáttmála við okkum.

Hesuferð er talan um Dánjal á Lakjuni, sum er skrásettur fyri ikki minni enn 414 almennar dystir í ymiskum kappingum fyri barndómsfelagið.

Dánjal bleiv eisini søguligur, tá hann 30. juni í 2011 skeyt fyrsta málið hjá ÍF í altjóða fótbólti, tá hann legði ÍF á odda móti KR Reykjavík á ovara vølli í Gundadali.

Kaga vit í søguna hjá Dánjali, síggja vit, at hann hevur umboðað ÍF á hvørjum ári síðan 2007, og verður hetta sostatt hansara 20. kappingarár í reyða búnanum.

Bæði Rúnar og Dánjal hava skrivað undir eitt ára sáttmálar, og vit ynskja teimum tillukku við tí, og gleða okkum til at síggja teir í ár.

Kelda: Faroesoccer

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *