40 ára føðingardagur!
Í kvøld bleiv 40 ára føðingardagurin hjá høvuðsvenjara okkara, Elin, hildin saman við hennara 1.deildarliði ![]()
Leikarar, venjarar, nevnd og tey nærmastu vóru savnaði til eina hugnaløtu í Fløtugerði!
Elin fekk klemm frá øllum leikarum, og sjálvandi sungu teir eisini fyri henni. Sangin kunnu tit hoyra undir viðmerkingunum til hetta uppslagið.
Dánjal á Lakjuni takkaði Elini fyri hennara íkast til liðið og handaði eina gávu.
Pápin, Ábraham Løkin, segði nøkur orð og greiddi frá, hvussu stóran týdning ÍF hevur fyri Elin
Eisini segði Elin sjálv nøkur orð og minti okkum øll á, at hon er høvuðsvenjari ![]()
Síðani var farið til lagkøkuna – og tá Elin fyllur, er væl loyvt hjá leikarum at eta lagkøku.
Enn einaferð – Hjartaliga til lukku frá okkum í ÍF ![]()
Takk fyri, at tú ert tú! Og takk fyri eina so hugnaliga løtu ![]()














