Í sambandi við, at felagið tann 25. mars rundar 80 ár, hava vit opið hús hendan dagin (mikudagin) frá kl. 17.00-19.00.
Vit bjóða drekkamunn og lagkøku!
Steinbjørn í Lambanum og formaður felagsins siga nøkur orð, og Bárður á Lakjuni kemur sjálvandi at framføra ÍF sangin.
Høvi verður at síggja eldri myndir, sum Petur Simonsen hevur sett saman.
Vit vóna at síggja tykkum! ![]()
