Danskur miðvallari til ÍF
Í dag kunnu vit kunngera at Ruben Møller Nielsen og ÍF hava skrivað ein 1-ára sáttmála.
Ruben er 27 ár, og er ættaður úr Odense, Danmark. Hann hevur spælt við feløgum úr Danmark og USA, og hevur eisini spælt eitt ár í næstbestu deildini í Kekkia.
Á vøllinum kann Ruben røkja plássini á miðvøllinum og úti á kantunum.
Fyri stuttleikar kann nevnast at Ruben er sonur Tommy Møller Nielsen, sum tíðliga í 90'unum var venjari hjá MB. Fyri at taka ættargranskingina eina grein víðari, so er pápi Tommy eingin annar, enn danski landsliðsvenjarin, Richard Møller Nielsen, sum leiddi Danmark til teirra fyrsta og einasta evropameistaraheiti í 1992.
Vælkomin til ÍF, Ruben, og hjartaliga tillukku við sáttmálanum.

Onnur tíðindi