So fór kappingin í gongd!
Dystarfrásøgn: 07 Vestur - ÍF.
Úrslit: 1-0.
Ársins fyrsti Betri deildardystur varð spældur í dag, har okkara menn vóru gestir á Dungasandi.
Okkara menn bíðaðu avgjørt ikki eftir at 07 Vestur fór at taka initiavi og við at Aleks hevði valt at stilla upp við 4-4-2, har Jhon Mena og Dánjal á Lakjuni vóru fremstir, so riggaði tað avbera væl at leggja trýst á vertirnar. Vit vunnu sera nógvar nærdystir og tóku eisini teir næstu bóltarnar.
Men tað var eyðsýnt at okkara menn brúktu sera nógva orku ígjøgnum allan dystin og helst teir fyrstu 20 min, og hetta var møguliga orsøkin at orkan var ikki tann sama upp til hálvleiks. Men tíbetur komu vit útaftur til seinna hálvleik við somu orku, sum vit byrjaðu dystin.
ÍF høvdu avgjørt sínar kjansir. Elvio rakti tvørtræið í fyrra hálvleiki og Hans Jákup rakti beint framvið, har nógvir fuglfirðingar hildu møguliga at bólturin var inni. Djon Mena lyfti eisini bóltin beint framvið tíðliga í seinna hálvleiki.
Miðjan við Karl og Jóhan riggaði væl, saman við miðverjan við Jan og Tóra høvdu gott tak á Uros í stóran part av dystinum, meðan tvillingarnir enn einaferð vístu at teirra partur ikki liggur eftir, har teir áttu alla høgru síðu.
Nógv eru spent at síggja hvussu teir nýggju spælarnir eru og tað var eyðsýnt í dag at Djon Mena kemur at verða ein fongur, har hann heilt sikkurt fer at gera at nógvir mótstøðumenn fara fáa kort ímóti honum. Og vónandi kemur hann eisini at finna netmeskarnar ofta í ár.
Dánjal á Lakjuni fór út tá 30 minuttir restaðu, inn kom Gundur og tá fóru vit frá 4-4-2 til 4-5-1.
Pól Jákup fór út í 78 min og í hansara stað kom Zarate, sum bert hevur verði í Føroyum í nakrar dagar.
Yvirhøvur kann sigast um dystin at hvørki av liðinum góvu hinum ein tumma og tað bleiv gingi til stálið, uttan tað var gingið yvir markið. Við hesum hugburðinum fer tað heilt sikkurt at ganga væl hjá okkara drongjum. Allir vístu sera góðan hugburð og brúktu nógva orku
Tað einasta keðiliga í dystinum var tá Uros í 84. minutti stútaði bóltin í máli. Eftir hetta kláraðu okkara menn ikki veruliga at svara aftur og tískil endaði tað 1-0 til 07 Vestur
Í stuttan kann sigast at vit eru vónbrotin um úrslitið, men stolt av avrikinum – Vit koyra á víðari!

Onnur tíðindi