Frá Fuglafjarðar fótbóltsfelag til Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Søgubrot um navnabroyting felagsins - eftir Petur Simonsen.
Fuglafjarðar fótbóltsfelag ?
Í “Søgubrotið 1” varð eitt nú komið inn á, tá Fuglafjarðar bóltfelag varð stovnað. Víst varð til fundarfrágreiðing, sum er dagfest 9. februar 1938, har tað m.a. stendur: “.. nakrir bóltleikarar kalla saman til fundar í tí gamla skúlanum í Fuglafirði, og varð tá felag stovnað, ið varð nevnt Fuglafjarðar bóltfelag.”
Og seinni stendur eisini, hvørjir vóru valdir í nevndina, og at Poul Andreas Vørðhamar varð valdur til formann.
Tað er viðkomandi at spyrja, um nakað fótbóltsfelag ella bóltfelag er stovnað í Fuglafirði áðrenn 9. februar 1938.
Eri ikki vitandi um nakað skjal, sum beinleiðis staðfestir, at eitt fótbóltsfelag er skipað í Fuglafirði áðrenn februar 1938. Men kortini er tað nógv sum bendir á, at ein felagsskapur – formliga skipaður ella ikki – hevur verið í bygdini, sum hevur tikið sær av fótbóltinum, síðani hann tók seg upp fyrst í 20. øld, og til Fuglafjarðar bóltfelag varð stovnað í 1938. Niðanfyri verða trý viðurskifti nevnd.
Dømi 1: Í Søgubrotið 1 varð nevnt, at fyrsti dysturin á nýgjørda vøllinum á Mølini á Eiði var í 1916, og at hann var millum eiðismenn og fuglfirðingar.
Dømi 2: Vit vita eisini, at fuglfirðingar tey næstu 20 árini spældu fótbólt á sandinum móti feløgum úr grannabygdunum í Eysturoynni. Og at teir harumframt hava gjørt ymsar royndir at finna øki til ein annan fótbóltsvøll.
Dømi 3: Fyrst í februar 1938 kemur bræv av Eiði, sum er stílað til “Fuglafjarðar fótbóltsfelag”.
Í brævinum verður m.a. sagt: “Á 25 ára festini hjá Eiðis fótbóltsfelag tann 25. januar, hava gamlir fótbóltsspælarar á Eiði givið Steyp til feløgini í Eysturoy at kappast um. Vit senda eitt avrit av teimum áløgdu treytunum og vóna, at tit taka væl við hesum tilboðum.”
Øll hesi viðurskiftini tala fyri, at ein felagsskapur hevur verið í bygdini, sum hevur tikið sær av fótbóltinum – kanska ikki skipaður í einum felag og við eini formliga valdari nevnd, men kortini við sama endamáli og somu uppgávum.
Tó, ivaleyst er tað brævið av Eiði, dagfest 1. februar 1938, um steyp og steypakapping, sum at enda fær ungu fuglfirðingarnar at taka seg saman og formliga stovna “Fuglafjarða bóltfelag”. – Eitt felag, sum kann vísa á ein stovnandi aðalfund (tann 9. februar 1938), lóg/reglugerð, nevnd og formann.
Hini fótbóltsfeløgini í Eysturoynni um hetta mundi eru, sum nevnt í Søgubrotið 1, Eiðis bóltfelag (1913), Norðragøtu bóltfelag (1926) og Leirvíkar bóltfelag (1928).
Fuglafjarðar bóltfelag – brøv úr Mykinesi um ÍSF
Bæði í 1938 og 1939 koma brøv, sum eru stílaði til “Fuglafjarðar bóltfelag”.
Umframt tey, sum koma av Eiði, eru trý úr Mykinesi.
Tað fyrsta er dagfest 23. november 1938. Tað er stílað til fomannin í “Fuglafjarðar bóltfelag” og er undirskrivað av Poul E Petersen, ítróttarinspektøri.
Poul E Petersen greiðir soleiðis frá: “Í summar varð ein nevnd sett, sum skuldi fyrireikað eitt landsfelag fyri ítrótt í Føroyum. Nevndin valdi meg til formann, og skuldi eg royna at fáa upplýst hvussu nógv ítróttarfeløg í Føroyum vildu taka undir við okkum í hesum máli.”
Síðani vísir Poul E Petersen til viðlagt lógaruppskot, sum er gjørt til “hetta landsfelagið” fyri ítrótt í Føroyum, og biður felagið umrøða tað innanhýsis og koma við uppskoti til møguligar broytingar.
Í februar 1939 kemur aftur bræv úr Mykinesi. Nú er brævið stílað til Ismar Joensen, fomann í “Fuglafjarðar bóltfelag”. Og aftur er brævið undirskrivað av Poul E Petersen, ítróttarinspektøri.
Poul E Petersen skrivar: “Takki tygum fyri bræv tygara, og skal svara tygum uppá spurningar tygara”. Tað gongur fram av svarinum, at Ismar og Fuglafjarðar bóltfelag hava spurt um limagjaldið til ÍSF og um møguligan studning til Leikvøll.
Viðvíkjandi limagjaldinum er onki avgjørt, men 5 til 10 kr. verða nevndar. Men hetta skulu limafeløgini avgera. Og viðvíkjandi studningi til leikvøll, svarar Poul E Petersen, at “vit hava í umbúna eina lóg um studning, so tað verður væntandi at slíkur studningur fer at kunna gevast um stutta tíð”.
Og aftur í mars 1939 kemur bræv úr Mykinesi til stjórn “Fuglafjarðar bóltfelags”. Brævið er undirskrivað av Poul E Petersen. Har stendur: “Stjórn ISF heldur fund í Havn týsdagin hin 4. apríl kl 8½ s.p. í lesistovu Sjómansheimsins. Tit verða bidnir um at senda ein mann til hendan fund.”
Tríggjar rokningar
Í oktober 1939 kemur “Postindkassering” frá Sam Olsen til “Bóltfelagið í Fuglafirði” fyri bólt. Kostnaðurin er 17,75 kr + porto 0,75 kr., tilsamans 18,50 kr.
Eina viku seinni er hetta goldið, og tann á posthúsinum, sum váttar inngjaldið, undirskrivar seg S.E.
Eisini er ein rokning frá Innandalshaganum til “Fuglafjarðar bóltfelag”. Teksturin er: An Leiga fyri 1939 á 10 kr. Hans Toftegaard váttar, at rokningin er “betalt”.
Og í januar 1940 er ein rokning frá Jacob Haraldsen til “Fuglafjarðar Bóltfelag” fyri túr til Eiðis við deksbátinum Vigilant.
Upphæddin fyri túrin er 60 kr., og tað er Poul Nolsøe Olsen, sum váttar, at rokningin er “betalt”.
Fuglafjarðar bóltfelag verður til Ítróttarfelag Fuglafjarðar - fundarbókin hjá Fuglafjarðar kommunu 1941 og 1942.
Við støði í brøvunum og skjølunum omanfyri (frá 1938, 1939 og 1940) er greitt, at bóltfelagið í bygdini hevur navnið “Fuglafjarðar bóltfelag”.
Men í fundarfrásøgnini hjá Fuglafjarðar kommunu tann 3. februar 1941 verður sipað til bræv frá “Ítróttarfelag Fuglafjarðar”, sum søkir “um árligan studning til eina fótbóltsplenu”.
Og sóknastýrið játtar 700 kr. fyri 1941. Eitt ár seinni, 2. februar 1942, er sóknarstýrið aftur komið saman til m.a. at álíkna skatt. Og aftur er ein umsókn komin frá “Ítróttarfelag Fuglafjarðar” um “studning til leikvøll”. Hesaferð játtar sóknarstýrið 2.000 kr.
Tað, at felagið í gerðabókini hjá kommununi verður nevnt “Ítróttarfelag Fuglafjarðar” tvey ár á rað, bendir á, at hetta nú mann vera tað almenna og vanliga navnið í bygdini. Og eisini, at tey, sum mynda felagið og skriva umsóknir, nú brúka navnið “Ítróttarfelag Fuglafjarðar” – tó uttan, at navnið fyri tað nýtist formliga at vera broytt á einum aðalfundi.
Veit, at tað ikki altíð er so skilagott at gera slíkar samanberingar, men vit gera tað kortini – um ikki annað so til stuttleikar.
Skattainntøkan hjá kommununi í 1941 var 39.757 kr., og skattaprosentið hetta árið var 6.
Í 1942 var skattainntøkan 63.312 kr., og skattaprosentið var 5.
Tað merkir, at skattainntøkan hjá kommununi í dag mann vera 1500 til 2000 ferðir so høg sum fyri 80 árum síðani. Men vit skulu eisini hava í huga, at skattaprosentið í dag er umleið 4-5 ferðir so høgt sum í 1941-42.
Tað ljóðar ikki av nógvum – 700 og 2000 kr. í studningi til ætlaða fótbóltsvøllin í bygdini, men í dagsins skattatølum er hetta helst 2-3 mió. kr. hvørt árið
Ítróttarfelag Fuglafjarðar
Júst nær hendan broytingin er hend – hetta at “Fuglafjarðar bóltfelag” verður broytt til “Ítróttarfelag Fuglafjarðar” – er óvist. Men helst er tað einaferð í 1940.
Navnabroytingin – sum kortini helst má sigast at vera óformlig – vísir eina hugburðsbroyting millum tey, sum higartil hava verið undangongufólk fyri fótbóltinum í bygdini.
Møguliga kann stovnanin av ÍSF í 1939 hava givið íblástur til at hugsa breiðari enn bara um fótbólt og bóltspøl. Og ivaleyst hevur Poul E Petersen, ítróttarinnspektørur, stovnari og fyrsti forseti í ÍSF’s havt sína ávirkan á hugburðin í bygdini og Føroyum sum heild. Við Poul Petersen er frælsa ítróttin, og ikki minst svimjingin, komin meira á skrá – bæði innan og uttan skúlagátt.
Sigurð Petersen, sum m.a. hevði verið á ársskeiði á Ollerup í ítrótti, kom aftur til bygdina sum lærari í 1938. Svimjing og frælsa ítróttin mundu vera eitt av hansara hjartamálum. Og Sigurð, saman við Ismari, sigst at hava skrivað undir umsóknirnar til Fuglafjarðar kommuni um stuðul til leikvøllin.
Hesi, og ivaleyst onnur strategisk viðurskifti, liggja helst aftanfyri óformligu broytingina av navninum. Eitt av strategisku viðurskiftunum kann vera, at skal vøllurin fá stuðul frá kommunu, landi og stati, so skal hann eisini kunnu brúkast í sambandi við undirvísingina í ítrótti í skúlanum.
Formliga navnabroytingin kemur 25. mars 1946, tá “Ítróttarfelag Fuglafjarðar” verður stovnað “ella rættari at siga endurstovnað”, sum tað stendur í bókini “Brot úr Fuglafjarðar søgu”.
Meira um hetta í einum seinni søgubroti.
***
GG! Hetta “søgubrotið” og onnur byggja á egnar upplivingar, tað, sum er mær fortalt og skjøl, sum eg havi fingið ella leitað fram.
Viðmerkingar til hetta og onnur “søgubrot” – rættingar, ískoyti, spurningar v.m. – eru hjartaliga vælkomnar. Og er tað onkur sum hevur hugskot til evnir at taka fram í hesum teigi, frætti eg fegin. Somuleiðis frætti eg fegin um myndir, sum siga søguna um ítróttina í Fuglafirði – serliga fótbóltin, hondbóltin, kappróðurin og flogbóltin.
Teldupostur: [email protected]

Onnur tíðindi