Ítróttarfelag Fuglafjarðar
So rullar bólturin hjá 1. deild kvinnum
Dystarfrágreiðing: HB - ÍF, 1. deild kvinnur.

Úrslit: 1-1.

So fór bólturin eisini á rull í 1. deild hjá kvinnum. Vit møttu HB á Tórsvølli leygardagin 1. apríl. Spentar og klárar at koma í gongd.

Vit manglaðu fleiri leikarar, m.a Mary-Ann, okkara liðskipara, sum er farin at royndarvenja á Anfield í vikuskiftinum.

Vit møttu HB sum eru sterkar, og eisini vinnarar av deildini 2 tey seinastu árini.

Fyrstu min. eru ok, vit skulu líka finna okkum til rættis á vøllinum, og HB testar okkara verju. Marta og Sigrid manna miðverjuna og skuldi man ikki trúð, at báðar júst eru aftur eftir barnsburð! Ein múrur!
Eisini hevur Jónfríð eina góða takling beinaveg, og steðgar álopi hjá HB.

Eftir góðar 13 min vinnur Jenny P. bóltin flott í uppspælinum hjá HB, og hon setur ferðina upp 🔥 HB er í óbalansu og Jenny prikar bóltin forbí tveir HB leikarar. Heidi far bóltin og setur bóltin í mál! Og støðan er 0-1 til okkum ⚽️
Eitt mál eftir bókini, sum man sigur.

Eftir málið hava vit momentum, og kundu økt til 0-2 men HB er eisini væl við.

Hálvleikur, og vit kenna tað sum vit eru væl við, men eiga eitt ella tvey gear hægri enn tað, sum vit vístu síðstu min. í fyrra hálvleiki.

Vit koma gott út til seinna hálvleik. Men HB javnar til 1-1 nakað inn í seinna hálvleik eftir horna í høgru síðu.

Vit fáa tak á dystinum seinastu 20 min av dystinum og koma til góðar kjansir.
Erla bombar til langt úti frá, men rakar yvirleggjarin. Og Jenny P. hevur ein stóran kjans!

Tó kann tað eisini ganga skjótt skeivan veg. Vit missa bóltin og HB fer í skjótálop, og tað eru um 5 min eftir av dystinum.

Olga stendur einsamøll fyri einum HB leikara, og hon tekur bóltin, men er uttanfyri 16. meturin. Tíverri sær Olga reytt, men Jónfríð, sum annars hevur spælt á vinstra bakki allan dystin, er skjót og letur seg í handskarnar.

HB tekur fríspark og Jónfríð bjargar!

Vit vinna bóltin og Kristina fer til stroks eftir langa sending. Tíverri eru vit ov stuttar og vinna ikki dystin í dag.

Vit koyra á víðari og gleða okkum til næsta dyst!

Fyrstu ellivu: Olga, Karin, Marta, Sigrid, Jónfríð, Marna, Glæma, Kristina, Erla, Jenny P. og Heidi.
Bonkur: Birita, Jenny L. og Anna Maria
Onnur tíðindi